Skúlablaðið: Skalt tú arbeiða miðvíst við trivnaði í flokkinum, er umráðandi, at skúlin gongur á odda og hevur eina trivnaðarætlan, sum greitt tilskilar, hvussu arbeitt verður, og hvørjar mannagongdirnar eru, tá ið happing fer fram.
Tað er langt síðan álagt øllum skúlum at orða trivnaðarætlan; hetta varð gjørt, tá ið Mentamálaráðið gjørdi fyrru kanningina av happing í 2007. Nú nýggj kanning er gjørd, heitir Mentamálaráðið á allar skúlar um at dagføra trivnaðarætlanina, og at gera hetta í seinasta lagi 12. oktober, sum er í dag.
Nýggja dagførda trivnaðarætlanin skal verða kunngjørd á heimasíðu skúlans; í trivnaðarætlanini skal verða greitt frá, hvussu skúlin arbeiðir við happing, hvat førleikastovan ger í hesum sambandi og mannagongdir at fyribyrgja og basa happing. Eisini skal kunnast um teir fakpersónar, sum arbeiða við hesum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo