![Laerlingar 2022 edited](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/7/6/csm_laerlingar-2022_edited_4c13c4db8c.jpg)
![Vitja verkaetlan edited](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/f/csm_vitja-verkaetlan_edited_ffec3eb06a.jpg)
![Vitja brugv i vestmanna edited](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/7/0/csm_vitja-brugv-i-vestmanna_edited_66c5adcb6a.jpg)
![Grill edited](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/4/3/csm_grill_edited_e710ecfe35.jpg)

Articon: Í dag skipaði Articon fyri árliga lærlingadegnum hjá lærlingunum og teirra arbeiðsleiðarum. Hesa ferð var farið til Vestmanna.
Byrjað var við at ganga niðan í Gjónna, har Gunndur Fossdal tók ímotí liðnum.
Síðani var vitja á fleiri verkætlanum hjá Articon, har Báðrur R. Johannesen, byggileiðari, kunnaði um arbeiðið.
Dagurin endaði við, at Gunndur Fossdal grillaði og onkur kapping um trygd og trivnað var á skrá.
Dagurin eydnaðist sera væl í góðveðrinum í Vestmanna. Lærlingadagurin hevur verið eitt afturvendandi tiltak í nøkur ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo