Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Føroya Ríðisamband: NM í gonguløgum fyri íslandsross, sum í hesum døgum fer fram í Herning í Danmark, er nú við at koma inn í finaludagarnar. Rossini úr Føroyum hava klára seg stak væl og millum tey bestu er aftur hesaferð Knút Lútzen á hestinum Kára frá Ásbrú.

Teir báðir tóku allan rossaheimin á bóli, tá teir á Álandi, fyri tveimum árum síðani vunnu NM í gæðingakeppni. Hetta var samstundi fyrsta og enn einasta NM heitið sum føroyskur luttakari hevur vunnið.

Nú seinnapartin fáa Knút Lútzen og Kári frá Ásbrú so møguleikan at verja NM heitið. Teir vunnu sær pláss í A finaluna, við at gerast nummar fýra í innleiðandi, men munurin frá nummar eitt til nummar fýra var so evarska lítil, at tey kønu meta at øll hesu fýra rossini muga metast at hava javnt góðan møguleika at vinna á degnum.

Nógv føroysk viðhaldsfólk eru í Herning og tað er eingin ivi um at hesin stuðul, kemur væl við í royndini hjá teimum báðum at endurvinnað NM heitið – Finalan er í dag kl 16:45 føroyska tíð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo