Sambært heimasíðuni hjá H71 flúgva kvinnurnar hjá H71 til Ukraina í dag úr Póllandi, men danski uttanríkismálaráðharrin Jeppe Kofod hevur heitt á allar danir um at fara úr Ukraina.
- Vit bera ótta fyri, at Russland ger álvara av sínum heilt órímiligu og vitleysu hóttanum móti Ukraina og fer at brúka hernaðarliga makt móti landinum, sigur Kofod.
Sum støðan er beint nú, sigur danski uttanríkismálaráðharrin, er tað gjørligt at sleppa úr Ukraina við toki, bussi, flogfari ella bili, og tí eiga hesir møguleikar at vera brúktir, meðan teir framvegis eru gjørligir, eru boðini frá danska uttanríkismálaráðharranum.
- Vit fáa ikki veitt vissu fyri, at hetta verður gjørligt frameftir, sigur danski uttanríkismálaráðharrin.
Hann ávarar eisni um, at verður valt ikki at fara úr Ukraine hóast áheitanina, so hevur Danmark bert "avmarkaðar møguleikar" at hjálpa, um okkurt skuldi hent.
Sum VP skilir, so bíðar H71 eftir svari frá EHF, um dysturin verður leiktur nú ella ikki.
Fyrra fjórðingsfinalan í EHF Europa Cup millum HC Galychanka Lviv og H71 kann síggjast sunnudagin klokkan 12 á Youtube-rásini hjá ukrainska felagnum: TRÝST HER.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo