Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Enn eitt pappappírsblað gevur nú upp andan og fer út á netið.

Tað er víðagitna bretska tónleikablaðið New Musical Express, sum í mong ár hevur gingið undir bókstavunum NME.

Í dag kemur seinasta prentaða útgávan av vikublaðnum NME.

Besta árið hjá vikublaðnum var í 1964 tá 307.000 prentaði eintøk vórðu seld. Tá var blaðið pliktlesnaður hjá øllum, sum vildu fylgja við í tónleikinum og lívinum hjá The Beatles og The Rolling Stones.

Síðan hevur NME lagt seg eftir at lýsa tíðarrák sum punk í 70’unum, skiftandi klædnamótan og stílskapandi biograffilmar.

Kendir ummælarar hava altíð verði knýttir at blaðnum, men nú vil eingin keypa blaðið, tí øll lesa tílíkt tilfar ókeypis ella reklamustuðlað á netinum.

Kann verða, at tey ikki tíma at bíða eftir postmanninum, ella at fara í blaðkioskina.

Teldan og netið eru tøk hjá øllum, og tað ávirkar atkomuligheit og allar útgávur.

Her er ein NME-bloggur um fyrstu útgávuna av New Musical Express í 1952: trýst her

Her sæst 66 ára gamla bretska tónleikablaðið NME, sum nú heldur fram á netinum: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo