Eg havi roynt at fylgt við í politiska kjakinum, men tað hevur verið trupult at síggja, hvør klárar seg best, tí øll eru stórt sæð av somu meining.
Jú, jú, Javnaðarflokkurin er størstur í støðumyndunum, sum vit javnan hoyra um. Nakrir flokkar, um somu stødd, liggja í miðjuni og aðrir flokkar eru smáir, so tað gevur sjálvandi eina støddarmynd, her á valdegnum. Eg dugi illa at ímynda mær, at hetta valstríðið flytur nógvar atkvøður í mun til støðumyndirnar vit hava sæð, tó er okkurt sum bendur á, at Beinir Johannesen hevur megnað at bjarga Fólkaflokkinum, sum so tekur atkvøður frá øðrum flokkum.
Flokkar eru sum heild samdir
Um vit hyggja burtur frá loysing/samband og hvussu nógv bíblian skal brúkast sum grundvøllur á løgtingsins røðarapalli, so er ikki nógvur munur á flokkunum. Tó vil onkur flokkur avreiða meginpartin av fiskivinnuni til nakrar fáar ovurhonds ríkar familjur.
Til hetta valið hevur eitt av høvuðsmálunum verið, at fáa javnvág millum kvinnur og menn á uppstillingarlistunum. Tað í sær sjálvum er gott, men burdi, fyri nógvum árum síðan, verið ein sjálvfylgja og vónandi eru fleiri kvinnur komnar inn um tinggátt áðrenn dagurin í dag er farin afturum okkum.
Fyri at fáa hesa javnvág og samstundis geva pláss fyri øllum monnunum, eru nú 169 valevnir til løgtingsvalið, til 33 pláss í Løgtinginum.
Er tíðin kanska komin til at tey ungu, sum er nógv í tali hesuferð, fáa álit frá okkum borgarum, so vit skifta tey út, sum hava sitið á tingi í áratíggju og grivið seg niður í blokkpolitikk? Vit hava brúk fyri nýhugsan og endurskoðan av skipanum. Hvør er betri til tað enn nýggj fólka á tingi?
Næstan øll eru samd í, at allir geirar skulu hava fleiri pengar, arbeiðstíðin skal niður, skatturin skal niður, meirvirðisgjald skal burtur á gerandisvørum, lestrarstuðulin skal upp, ískoyti til barnafamiljur og mang annað.
Far ein politikari ella flokkur eitt “gott” hugskot, so leypa tey flestu aftaná og mugu ikki standa aftanfyri og koma við egnum hugskotum.
Tað er hørð kapping um at brúka landsins inntøkur. Tann størsti parturin eru bundnar útreiðslur, so tað er bert ein minni partur, sum politikkarnir kunnu ráða yvir. Onkur flokkur hevur tankar um, hvussu øll ynskini skulu fíggjast, men tað er helst undantakið.
Almannaverkið, Heilsuverkið og Uttanríkis- og Mentamál, íroknað útbúgvingar brúka í 2022 um 77% av fíggjarætlanini og vantast kann, at hesi økini, gerast enn dýrari framyvir. Tá so stórur partur av fíggjarætlanini er á hesum stóru postum, er tað eisini her orkan má setast inn, fyri at kannað, um allar mannagongdir eru praktiskar og fíggjarliga fornuftigar.
Eitt nútímans samfelag er dýrt, - ja sera dýrt at reka. Fyrisitingar og dokumentatión á øllum hillum eksploderar. Øll ráð skulu hava egnar advokatar, sum ofta eru ósamdir um, hvussu landsins lógir skulu tulkast. Er alt hetta neyðugt?
Ynski tykkum øllum eitt gott val.
Pætur Rasmussen, Skála
Pensionistur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo