Tað er málið um ætlaðu byggingina hjá Gist & Vist í Fossdalsgjógv millum Velbastað og Syðradal, har tankin var at geva tvey stjórnaðu Michelinmatstovuni Koks innivist.
Fyrr hevur matstovan verið á Hotel Føroyum, í Kirkjubø og Frammi við Gjónna í Leynum.
Nú er matstovan farin til Grønlands.
Í Dimmu er tað festarin, sum burturav er keldan, og innlit er fingið í fleiri undarligar og ágangandi teldupostar, har greitt er, at summi kunnu fáa mál skundað gjøgnum skipanina, meðan onnur ikki kunnu.
Lesarin situr eftir við teirri fatan, at festarin er hin órættaði og tað í ólukkumát.
Í Sosialinum verður við løgmanni, borgarstjóra og floksformonnum á odda herjað á Yvirfriðingarnevndina, sum verður kallað ein statur í statinum.
Kropp á kroppi seta politikararnir spurnartekin við virksemið í Yvirfriðingarnevndini.
Oddagreinarnar viðgera eisini sama evni á sama hátt.
Neyvan nakað mál hevur verið so synkroniserað og sett til viðgerðar - úr hvør sínum sjónarhornið.
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo