BirkBloggur: Í dag er Norðurlandadagur, og Birkblogg velur 20 teir bestu norðurlendsku filmarnar, sum hava verið sýndir her heima.
Bara ein árlig afturvendandi norðurlendsk filmstevna er til, og hon er uttanfyri Norðurlond, í Lübeck í Týsklandi, har nýggir norðurlendskir filmar hava verið vístir í 62 ár.
Fyrsti norðurlendski filmur eg havi hug at nevna henda dag, er hin svenski Den enfaldige mördaren (Hans Alfredson 1982). Hann stendur klárastur í svikafult selektiva minninum, sum týdningarmesti filmur, gjørdur í Norðurlondum og sæddur í Havn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo