Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag, 6. oktobur, verður altjóða CP dagur hátíðarhildin kring heimin. Hesin serligi dagur verður av einstaklingum, avvarðandi og felagsskapum nýttur, at varpa ljós á Cerebrala Paresu og á rættindini hjá teimum, sum hava CP.

Á heimasíðuni hjá World CP Day lýsa tey endamálið við degnum soleiðis:

Altjóða dagur fyri Cerebrala Paresu, 6. oktobur, er ein rørsla av menniskjum við CP og teirra familjum, og felagsskapunum, sum stuðla teimum, í fleiri enn 75 londum. Okkara endamál er at tryggja at børn og vaksin við CP hava somu rættindi, atkomu og møguleikar sum ein og hvør annar í okkara samfelagi. Tað er bara saman, at vit røkka á mál.

Hesum kann CP Føroyar bara taka undir við. Sambært endamálsorðingini hjá felagnum, virkar tað fyri júst hesum rættindum og møguleikum.

CP Føroyar ynskir at vera upplýsandi og stuðlandi viðvíkjandi CP, bæði fyri einstaklingin við CP, teirra familju og fakfólkini kring tey. Umframt hetta, ynskir felagið at hava ein aktivan og jaligan leiklut í almenna kunnleikanum um og fatanini av CP í Føroyum.

CP Føroyar æt fram til í summar Spastikarafelagið. CP Føroyar kunngjørdi í juni mánaði nýggja navnið, nýggja heimasíðu og nýggjan grafiskan samleika.

Í seinastu viku legði CP Føroyar ein upplýsandi film út um Cerebrala Paresu, sum Rógvi Langgaard hevði gjørt. Í skrivandi stund hava fólk hugt eftir filminum næstan 18,000 ferð. Filmurin kann síggjast her.

Altjóða CP dagur verður av CP Føroyum hildin við virksemi á sosialu miðlunum. Vitja Facebook og Instagram vangamyndirnar hjá felagnum fyri at síggja meira og luttaka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo