Í dag byrja Torradagarnir í Klaksvík, sum í ár verða hildnir fyri 11. ferð á rað.
Samlaða skráin fyri Torradagarnar fevnir um alla vikuna, og í dag verður lagt fyri við listaframsýning í Gamla seglhúsi, HAV-framsýning í Posthúskjallaranum og fyrilestrum og kjaki í Betri kl.17-19, skrivar Klaksvíkar Kommuna á heimasíðuni.
Orðaskiftið ímillum vinnu og politikarar, sum hevur verið fastur táttur á Torradøgunum, verður sum skilst ikki partur av skránni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo