Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Kvotaskipan er perfekt á einum rokniarki - og bara har. Við fiskidagaskipan lata vit náttúrna stýra okkum og við kvotaskipan royna vit at stýra náttúruni.

Tá vit vilja stýra náttúrini, kann tað bara ganga galið.

Vit hava havt kvotaskipan í Føroyum, eins og okkara grannalond hava. Útslitið var og er ikki gott.

Orsøkin er, at í blandingsfiskiskapi ber ikki til avgera, hvat fiskaslag kemur í trolið ella býtur á húkin.

Við kvotskipan fáa vit útblaking av fiskasløgum, sum eingin kvota er eftir av. Vit fáa útblaking av smáfiski, tí tann stóri gevur betri prís.

Vit fáa umdoyping av fiski við landing, og vit fáa sonevndar black landing.

Tá árið er liðugt, passar alt perfekt í rokniarkinum, men er langt frá tað, ið er farið fram.

Fiskiskapurin í grannalondunum svíður undir kvotaskipan
Grannalondini hava havt kvotaskipan í yvir 40 ár, har fiskimonnum er lovað, at fiskiskapurin fer at verða nógv betri seinni. Úrslitið er syndarligt.

Í Barentshavinum er fiskiskapurin eftir toski í meðal umleið eina helvt, í mun til hvat hann var, tá fríur fiskiskapur var.

Í Íslandi er fiskiskapurin í meðal minni enn helvtin, av tí hann var, tá tað var fríur fiskiskapur. Í Norðsjónum er verri. Har er toskafiskiskapurin minkaður niður í mest sum einki, síðan kvotaskipan kom.

- Tá vit vilja stýra náttúruni, kann tað bara ganga galið
Við eini fiskidagaskipan kann allur fiskur landast uttan revsing.

Samansetingin av veiðuni er sjálvdan tann, sum frøðin hevur roknað út, men er tann sum havið veruliga kann geva. Tað verið seg bæði fiskasløg og støddir.

Fiskidagaskipan er eisini sjálvregulerandi. Er lítið til av fiski, so er fiskiskapurin vánaligur og umvent. Er vánaligt, velja skipini at liggja og vit síggja fiskidagar liggja eftir, tá árið er liðugt. So skuldi frøðin roknað skeivt, so vil fiskiskapurin altíð verða í mun til, hvat verurliga er í havinum.

Hagtølini verða altíð røtt, tí eingin orsøk er til nakað annað.

Við fiskidagaskipan lata vit náttúrna stýra okkum og við kvotaskipan royna vit at stýra náttúruni. Tá vit vilja stýra náttúrini, kann tað bara ganga galið.

Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins og fyrrverandi fiskimálaráðharri

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo