Í nógv ár hevur tað verið Google sum hevur havt nógv flest vitjanir á netinum. Men í ár er øðrvísi, tí ein kinesisk app hevur skumpað amerikansku leitimaskinuna av trónuni.
Talan er um væl umtóktu TikTok appina, sum millum annað vísir stutt videobrot. Tað er síðan Cloudflare, sum fylgir væl við trafikkinum á netinum, sum hevur gjørt samanberingina.
Ein orsøk kann vera, skrivar BBC, at fólk hava verið meira avbyrgd og tí hava havt størri tørv á undirhaldi.
Tað er síðan Cloudflare, sum fylgir væl við trafikkinum á netinum, sum hevur gjørt samanberingina.
Aðrar væl umtóktar síður eru eitt nú facebook, apple og Amazon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo