Skúlablaðið: Støddin á flokkunum verður endurskoðað í sambandi við, at fólkaskúlalógin verður dagførd og tillagað. Jenis av Rana, landsstýrismaður við skúlamálum, hevur sagt, at hann heldur, at støddin á flokkunum eigur at minka. Formaður Føroya Lærarafelags fegnast um ætlanina, men hann heldur, at meinar landsstýrismaðurin tað, hann sigur, er einki at bíða við, tí alt talar fyri, at tað er best fyri allar partar at minka talið á næmingum í hvørjum skúlaflokki.
- Tað er ongantíð ov seint at gera tað, heldur ikki um tað skuldi verið beint nú, hóast skúlaárið er byrjað. Hann hevur heimild at siga, at eingin flokkur eigur at vera størri enn 24 næmingar. Lógin sigur, at vanliga eigur flokkur ikki at fara upp 24 næmingar. Veruleikin er tó, at tað er vanligt at fara uppum. Sostatt bróta vit lógina, tá vanliga skipanin er at seta fleiri enn 24 næmingar í ein flokk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo