Vakstrarforum: Í 2030 gevur ferðavinnan tvær milliardir krónur í inntøkum. Av hesum stavar ein milliard frá vinnuferðavinnuni.
M.a hesir karmar og átøk skulu setast í verk til tess at røkka málinum:
• Skipa eina professionella event skrivstovu
• Fáa eina stuðulsskipan til at skipa fyri altjóða tiltøkum í Føroyum
• Samtykkja náttúruverndarlóg, skipa náttúrufyristing og seta í verk náttúrugjald
• Tað almenna gongur á odda í grøna skiftinum og við at fáa
umhvørvisgóðkenningar til almennar stovnar og fyritøkur
• Landsstýrið bjóðar Føroyar fram sum vertsland
• Havnin er evropeiskur mentanarhøvuðsstaður í 2030
Arbeiðið í ferðavinnubólkinum byrjaði á heysti 2021, tá ið Vakstrarforum gjørdi av at raðfesta vinnuferðavinnu sum vakstrarøki.
Løgmaður setti í 2021 Vakstrarforum, sum í hálvtannað ár skal arbeiða við møguleikum fyri virðisvøkstri í føroyska samfelagnum.
Endamálið er at birta upp undir burðardygga virðisøking í breiðari merking, sum kann betra um og styrkja vælferðina í Føroyum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo