Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Lat ongan iva standa um, at í kommunala geiranum er tað borgarin sum raðfestir umvegis umboðandi staðbundna valdið – og ikki Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur í tíðindaskrivi víst á, at kommunuskatturin er ov høgur, og at útreiðslurnar hjá kommununum vaksa ov nógv. Felagið vísir á, at lægri kommunuskattur er ein fyritreyt, skulu vit fáa fleiri fólk at flyta til Føroyar.

Eisini heitir felagið á kommunurnar um at halda seg til sínar kjarnuuppgávur, heldur enn at sláa gras, rudda kava og at knúsa grót. Onkursvegna tykist tað sum, at Arbeiðsgevarafelagið er rakt av stórlætisørskapi, nú tað hevur sett seg upp á eitt sjálvkravt parnassos sum samfelagsins politiska yvirhús.

Kommunuskatturin er lækkaður – í 10 ár á rað!

Veruleikin er, at kommunuskatturin er støðugt lækkaður seinastu 10 árini.  

- Í 2015 var meðal kommunuskattaprosentið 21,2% – nú er tað 20,0%.

- Í 2015 var meðal barnafrádrátturin umleið 6.300 kr. – nú er hann omanfyri 8.000 kr.

- Í 2015 var hægsta kommunuskattaprosent 23,5% – nú er tað 21,5%.

- Í 2015 var lægsti barnafrádráttur niðri á 3000 kr. – nú er hann 5.100 kr.

Somuleiðis eru gjøldini til dagstovnar lækkað munandi. Dagstovnalógin heimilar kommununum at taka gjøld svarandi til 30% av rakstrarkostnaðinum. Í 2015 svaraðu gjøldini til 27% av rakstrarútreiðslunum. Nú eru gjøldini komin niður á 19%. Ein risastórur lætti til barnafamiljurnar, sum samsvarar við á leið 2% av samlaðu skattainntøkunum hjá kommununum. Fleiri kommunur hava eisini sett í verk skipanina við frítíðarkorti, sum byrjaði við Spjaldrinum hjá Runavíkar kommunu frá og við 1. januar 2020.

At kommunurnar – hóast eitt ovurhonds stórt trýst á kommunalu útreiðslurnar – kortini hava megnað at lætt so munandi um skattatrýstið og gjøldini hjá barnafamiljunum, má sigast at verða eitt bragd.

Fólkavøkstur er ikki ókeypis
Føroya Arbeiðsgevarafelag fýlist eisini á útreiðsluvøksturin hjá kommununum, samstundis sum felagið ynskir sær ein enn størri fólkavøkstur. Men her skal eg vegna Kommunufelagið bara gera vart við tað sjálvsagda, at fólkavøkstur ikki er ókeypis.

Fólkatalið í Føroyum nærkast nú 55.000. Frammanundan høvdu vit í nógv ár eitt fólkatal, sum lá um 48.000. Ein vøkstur á næstan 7.000 fólk, ella umleið 15%.

Hesin fólkavøksturin er ikki komin av sær sjálvum. Hann hevði als ikki latið seg gjørt, um ikki kommunurnar høvdu gjørt íløgur fyri nógvar milliardir krónur í útstykkingar, býggibúning, vegir, gøtuljós, skúlar, dagstovnar, havnir, vatnveiting, spillivatnsskipanir, ítróttaranlegg og mangt annað.

Við skjótt vaksandi barnatali, og hartil einum skjótt vaksandi tali av eldri borgarum, so er tað eisini sjálvsagt, at kommunali raksturin veksur munandi, tá ið meiri enn helvtin av útreiðslunum hjá kommununum fara til barnaansing, barnavernd og eldrarøkt.

Stóri búskaparvøksturin hesi seinru árini stavar serliga frá ali- og uppsjóvarvinnuni. Men hvør hevur fíggjað stóru íløgurnar í undirstøðukervið, sum eru ein fyritreyt fyri hesum stóra útflutningsvøkstri?

Kommunurnar í Føroyum hava altíð dugað at sæð virðið í vinnuligum virksemi. Samanborið við okkara grannalond, so hava føroyskar kommunur altíð toygt seg langt fyri at hjálpa og betra um umstøðurnar hjá lokala vinnulívinum. Av staðbundnum og nationalum orsøkum.

Kommunurnar eru mangan farnar út um sítt kjarnuvirksemi fyri at lynna undir hjá vinnuni. Hetta hava tær gjørt, tí tær duga at virðismeta vinnulívið og tann týdning tað hevur fyri lokala borgararan og kommununa. Hugstoytt er tað tí at ásanna, at virðingin ikki gongur báðar vegir.

Onnur fyritreyt undir stóra fólkavøkstrinum er vaksandi talið av útlendskum ríkisborgarum. Hetta gagnar vinnuni, men fyri kommunurnar er hetta ikki ókeypis. Tí harímillum eru nógv børn í dagstovnaaldri, ið hvørki skilja mál ella mentan. Eisini hetta leggur trýst á kommunalu útreiðslurnar.

Lokali borgarin raðfestir – og ikki arbeiðsgevarafelagið
29 kommunur eru í Føroyum. Allar raðfesta tær á ymiskan hátt - og undir sera ymiskum fyritreytum. Útreiðslurnar verða brúktar lokalt, og tær verða fíggjaðar lokalt. Raðfestingin endurspeglar sostatt bara lokala tørvin og lokalu áhugamálini. Frælsi at skipa hesi viðurskifti sleppur ongin at taka frá kommununum.

At Føroya Arbeiðsgevarafelag nú leggur eftir kommununum sum eini samfeldari eind ber boð um, at felagnum stórliga vantar vitan um, hvat ið ein kommuna yvirhøvur er.

At Føroya Arbeiðsgevarafelag nú bara reksar tøl upp um vøkstur í kommunalum inntøkum og útreiðslum sigur sostatt hvørki eitt ella annað um einstøku kommunurnar. Her má Føroya Arbeiðsgevarafelag greiða frá júst hvørjar kommunur tey sipa til í tíðindaskrivinum.

Ella kanska átti Føroya Arbeiðsgevarafelag bara at hildið seg til sínar egnu kjarnuuppgávur, í staðin fyri at reka kommunalan partapolitikk. Meiri hóskiligt hevði verið, at Føroya Arbeiðsgevarafelag setti á skrá umrøðu av partafelagsskatti, ognarskatti, útbjóðingarpolitikki, tøkugjaldi, veiðigjaldi etc.

”Hoyr um annan – hygg um teg sjálvan”, er eitt hugtak. Tað tykist sum arbeiðsgevararnir hava vent hugtakinum á, nú teir við ein munn siga: ”Hygg um annan, - gloym teg sjálvan.”

Við hesum fari eg at ráða Føroya Arbeiðsgevarafelag til at halda fingrarnar langt burtur frá tí, sum felagið og ábyrgdarar tess absolutt onki hava við at gera.

tórbjørn jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo