Í fleiri ár hava hybridbilar verið sagdir at vera «grønir», og eiitt gott umskifti til tann dagin, tá ið øll fara at koyra í reinum elbilum.
Góðir avgjaldsfyrimunir hava gjørt teir vælumtóktar, og sagt hevur verið at teirra CO2-útlár er 40-60 gram per kilometur. Og hetta er væl undir tað sum bensin- ella dieselbil eigarar kunna reypa sær av.
Men veruleikin er ein heilt annar, skulu vit trúgva eini kanning sum Transport & Environment (T&E) hevur gjørt fyri ES.
Kanningar eru gjørdar í veruliga heiminum við trimum av teimum best umtóktu hybridbilunum á marknaðinum í dag: BMW X5, Volvo XC60 og Mitsubishi Outlander PHEV.
Niðurstøðan í frágreiðingini er at CO2-útlátið er væl hægri og teir brúka nógv meira bensin enn tað sum framleiðararnir siga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo