Hetta verður evnið á tiltaki 9. apríl kl. 19:30 á Skúlatrøð í Klaksvík (í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð)
Vit hoyra persónligar frágreiðingar, um hvussu eitt nú teknmál stuðlar undir og hjálpir í samskifti, og yrkisfólk í serøkinum greiða frá.
Millum tey sum taka lut eru:
Hansa Askham og Mariann Christiansen, ið siga frá persónligum royndum við truplum samskifti.
Anna Simonsen, sum er mamma at barni við samskiftisavbjóðingum, Anna Maria á Lakjuni, lærari á Skúlatrøð og Sylvia Isaksen, Jona Norðoy og Frida Joensen, sum allar arbeiða í Barnahúsinum Margit.
Øll eru vælkomin!
Eisini verður sangframførsla og okkurt søtt aftur við til kaffi. Tiltakið verður teknmálstulkað.
Asla H. Rasmussen avvarandi, hevur samskipað tiltakið, og KSS hevur stuðlað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo