Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Heilivágsnýtsla og burturbeining

Spurningar:
1. Hvussu nógv er heilivágsnýtslan vaksin tilsamans í Føroyum seinastu 5 árini í nøgd og kostnaði?

2. Hvussu stóran lut eigur sjúkrahúsverkið í hesum vøkstri?

3. Hvussu nógvur heilivágur verður burturbeindur í Føroyum?

4. Hvussu stórum parti av hesum stendur sjúkrahúsverkið fyri?

5. Hvørjar mannagongdir eru fyri at minka um heilivágsnýtsluna og fyribyrgja, at heilivágur fer til spillis?

Viðmerkingar:
Í summar komu nýggj tøl út frá “Danmarks Apotekerforening”, sum vístu, at donsku apotekini beina heilivág burtur fyri yvir 400 mió. kr. um árið.

Tá er burturkastið frá sjúkrahúsum, framleiðarum og søluliðnum ikki tikið við, men er fyrst og fremst frá borgarum.

Mett verður, at umleið ein fjórðingur av hesum eru burturspiltar skattakrónur, tí danski staturin, eins og í Føroyum, veitir tilskot til heilivág.

Altso verða umleið 100 milliónir krónur koyrdar í skrell á hvørjum ári – bara á apotekunum.

Eisini í Føroyum brúka bæði tað almenna og borgarar milliónir av krónum upp á heilivág, og nýtslan er vaksandi. Áhugavert er at vita, hvussu nógv av hesum heilivági fer í skrell, og eisini hvussu stóran lut sjúkrahúsverkið eigur.

Nú landið brúkar so nógvar pengar upp á heilivág er eisini áhugavert at vita, hvat verður gjørt fyri at minka um heilivágsnýtsluna og ikki minst at fyribyrgja, at heilivágur fer til spillis.

Tí hesar spurningar.

Á Løgtingi, 20. september 2023
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo