Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Og eru villini síl í vøtnum og áum ikki longur allramannaogn hjá føroyingum?

Hann rann sær kátur upp um heyg
Áh fuglur fleyg, áh fuglur fleyg…..

ella

Og tá ið piltur fer at fiska síl
í fikku fær hann sær ein góðan drýl
Niðan í dal….

Nakað soleiðis yrkti Hans Andrias so yndisliga.

Men einki hevði hann við í yrkingum sínum hesar myrkursins menn, ið nú halda seg eiga alt tað, ið er í føroysku náttúruni, og tí steðga fólki og við strangari rødd loyva sær at spyrja: “Hevur tú biðið okkum um loyvi at fara?”!!

Og hví hevði hann ikki hesar myrkursins menninar við? Sjálvsagt tí tað var ikki siðvenja, og hevur ikki verið siðvenja at biðja um loyvi hjá føroyingum at fara ein túr í hagan ella at fiska síl. Tað kom als ikki uppá tal inntil fyri heilt kortum, nú peningagreðin vann á tí høvisligu framferðini!

Tó, hvussu bóndur fara fram mótvegis útlendingum, hevur hvør okkara í sínum lagi egnar meiningar um, men at føroyingar, á føroyskum málið skulu verða kravdir eftir svari, hvørt biðið er um loyvi ella ikki at fara út um bøgarðin, tað er rættuliga langt burturi frá tí, ið gamalt var.

Hesar nýíkomnu ónodlurnar eiga sjálvsagt at verða tiknar upp til viðgerðar á hægsta stigi og at verða steðgaðar beinanvegin! Javnaðarflokkurin legði í hvørt fall eitt uppskot á ting, at tryggja føroyingum gongurætt, úti í náttúruni, meðan flokkurin var í andstøðu!

Vónandi roynast javnaðarfólkini ikki so stuttminnt í hesum førinum sum so mangan!
______

Tað var ein sonn frægd at síggja sjónvarpssendingarnar hjá Jens Jákup, nú hann í tí fyrru tjaldaði á oyruni við heimara endan av Fjallavatni og í tí seinnu royndi seg sum sílaveiðimann.

Fáur dugur sum hann við orðum og myndum at vísa okkum, hvussu mest fæst bururúr okkara serstøku og stórbæru náttúru!

Zacharis Hammer var einastandandi góður náttúrulýsari, og Jens Jákup stendur als ikki aftanfyri hann.

Slíkar sendingar geva eitt sterkt inniligt afturljóð, og ein kann ikki annað enn gerast takksamur mótvegis skaparanum, sum gav øllum okkum føroyingum loyvi at vaksa upp og njóta nátturuna í einum so vøkrum landi!
_________

Serstakliga fyrra sendingin mundi tala sterkt til okkum í Vágum.

Hvussu mangan tóku t. d. vit vinmennirnir ikki túrin norður gjøgnum Klovan, framvið Krossgili og víðari framvið vatninum norður á Munnan fyri síðan at lesa okkum niður á Víkarsand?!

Og hvussu hart rungaðu ikki mótmælini, tá SEV skuldi leggja alt hetta so serstaka og framúr vakra láglendi kring Fjallavatn undir vatn, til óbøtiligan miss hjá allari tjóðini fyri alla framtíð?!

Og hvussu stór var ikki frøin, tá tað eydnaðist at fáa lendið friðað, ikki til varðveitan av nøkrum fáum áseyðafrælsum, men til varðveitslu og til framtíðar njótan hjá, ikki bert okkum í Vágum, men hjá øllum Føroya fólki!

Ikki minnst við atlitið at hesum friðaða frílendinum tykist tað bæði ómetaliga undrunarvert og ørkymlandi, at einstakir meira og minni snævurskygdir knæbøndur skulu loyva sær sjálvum myndugleikan at gera av, hvør ið fær atgongd ella ikki til økið!

Hann, ið góðtekur kravið at spyrja um loyvi at fara, noyðist eisini góðtaka at verða burturvístur!

Harmuligt er tað! Men neyðugt er tað nú vorðið við lóg at tryggja føroyingum gongurætt í egnum landi!

Sv. Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo