Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg eri væl greiður yvir, at um man dittar sær at festa nakrar tankar hesum viðvíkjandi á blað, so skal man nokk fyrireika seg uppá at blíva kallaður baði eitt og annað, men tað mugu vit so bara taka við!

At seta spurningar við klimapolitikk í vesturheiminum í hesum døgum, er líka eldfimt, sum at skipa fyri rokkkonsert í Afganistan.

Sum øllum kunnugt so eru klimabroytingar eitt tað “heitasta” evnið í okkara tíð.

Hettar er eisini væl skilligt, tí hettar er nakað, sum kann broyta liviumstøðurnar hjá okkum og okkara komandi ættarliðum, og er tað okkum íbygt at ræðast tað ókenda.

Eg ætli mær ikki at leggja meg útí kjakið um hesar klimabroytingar eru mannaskaptar ella ikki og heldur um hvussu vit gera hettar upp, land fyri land.

Sum flestu okkum kunnugt so eru Føroyar í tí serstøðu, at tað neyvan er nakað annað land í heiminum, sum er so stórur útflytari av matvørum, sum júst vit eru pr. íbúgva.

Vit framleiða runt rokna 300.000 tons av matfiski um árið.

Við einum útbýti uppá 60% svarar hetta til, at vit framleiða 180.000 tons av reinum fiskakjøti hvørt ár.

Eitt miðal menniskja í vesturheiminum etur áleið 250 g av kjøti/fiski um dagin.

Hettar vil siga, at vit framleiða (180.000 tons x 1000 = 180.000.000 kg og tað eru 4 dags skamtar í hvørjum kg)  720.000.000 dags skamtar av kjøti/fiski um árið.

Hvussu nógv av kjøti/fiski eta vit sjálvi? Vælvitandi at talan ikki er um sjálvsframleitt, ella somu kg, sum vit framleiða.

53.000 fólk x 365 dagar = 19.345.000 dags skamtar av kjøti/fiski. Hettar vil siga, at vit sjálvi brúka 2,68% av tí, sum vit framleiða. Restin er matvøruframleiðsla fyri onnur lond.

Út frá omanfyri nevnda sæst, at vit framleiða áleið 37 ferðir meira av kjøt/fisk enn vit sjálvi eta og tað má vera eindømi í heiminum.

Øll orka og útlát, sum verður nýtt bæði á sjógvi og landi til at framleiða hesa ovurhonds stóru mongdina av mati til onnur, skal deilast út á okkum 53.000, sum búgva her og tað er ikki rættvíst.

Lat meg skoyta uppí, at øll olja, ið vit brúka til at framleiða hesa stóru mongd av matvøru fyri onnur, ikki fer av CO2 kvotuni hjá tí landinum, ið framleiddi oljuna, men hjá okkum, ið nýttu oljuna.

Undarligt, at sama ikki ger seg galdandi við okkara matvøruframleiðslu, men júst tað øvuta, ið er, at øll orkunýtslan, harvið CO2 útlát skal bókast uppá tann, ið framleiddi vøruna og ikki tann, ið nýtti vøruna.

Verða vit rættvíst vigaði á CO2 vektini samanborið við onnur lond??

Mín greiða niðurstøða er nei.

Um vit eitt nú taka Danmark sum dømi.

Danir hava fimtstørsta handilsflota í heiminum og hevur hesin flotin eitt endaleysa stórt CO2 útlát, men hettar telur ikki við í Danska CO2 roknistykkinum, tí hesin flotin flytur fyri tað mesta “internationalt” fyri onnur og skal harvið ikki teljast við í Danska CO2 roknistykkinum.

Eg endurgevi :

DE VUGGER PÅ STÆVNEN af et tungt lastede skibe. De er placeret i chartrede fly eller bag på ladene af lastbiler. Døgnet rundt bliver kemikalier, kondisko, kaffe og alle andre typer af varer fragtet rundt i den globale samhandel. Trods Danmarks lille størrelse spiller vi en nøglerolle, fordi vi huser et bredt udsnit af de allerstørste selskaber inden for international transport. Milliardindtægterne fra disse firmaer luner i nationalregnskabet, mens klimabelastningen ikke optræder i klimaregnskabet. Når skibe, fly eller lastbiler, der opereres af et dansk firma, udleder drivhusgasser i udlandet, så regnes det ikke for en dansk udledning. Dermed undgår vi at stå til ansvar for udledningerne i klimaregnskabet.

Hvert land er altså kun ansvarligt for de drivhusgasser, der udledes på egen grund. Når det forholder sig sådan, skyldes det et beregningsprincip fra FN’s klimakonvention – det såkaldte territorialprincip.

Um vit her á landi kundu brúkt somu grundgeving fyri okkara fiskiflota, sum Danir brúka um teirra handilsflota, so vóru vit reinasta land í heiminum.

Um man brúkar hendan mátan at gera CO2 útlát roknistykkið upp uppá, so tekur tað løgtinginum ein fyrrapart at gera Føroyar CO2 neutralar.

Tey skulu bara gera eina lóg, ið sigur, at bert Hollendsk skip við Hollendskari manning, sum landa í Hollandi, sleppa at veiða við Føroyar, hettar vil geva øllum fiskinum á føroysku grunnunum EU uppruna.

Øll skip, sum arbeiða í alivinnuni skulu hava útlendskt flagg, útlendska manning, og allur laksur skal slaktast og framleiðast í Hetlandi.

Øll føroysk farmaskip skulu skifta flagg til Dannebrog , og harvið koma undir Danska handilsflotan, sum ikki telur við í CO2 útrokningum.

Um omanfyri nevndu tiltøk verða framd í verki, so verða vit reinasta land á klótuni roknað í CO2, sambært tí roknihátti, ið vit brúka í dag.

Norðmenn hava eitt orðatak, ið sigur “om der er feil i kart eller tereng, så vinner tereng.”

Hetta fer sjálsagt ikki at hjálpa uppá samlaða CO2 útláti av at framleiða tann fisk, sum svimur í føroyskum sjóøki - tvørtur ímóti fer hetta, at økja um útlátið av at framleiða somu nøgd, tí um hesin hátturin verður nýttur, verður meira sigling við skipum enn tað er í dag og harvið meira CO2 útlát.

Og so er tað ein minni spurningur, ið vit mugu seta okkum sjálvum. Hvussu kunnu vit yvirliva her á landi í framtíðini?

Ein máti er, at vit finna árabátin fram aftur og fara at liva tættari náttúruni.

Hettar er neyvan møguligt, tí at um vit fara at eta CO2 vinaligar vørur, so sum fugl og hval, so fara somu fólk, sum krevja okkum CO2 neutralar, at útihýsa okkum frá hvørjari borðtennis kapping í framtíðini.

Hin møguleikin er so, at vit áleggja teimum útlendingum, sum hava loyvi at fiska og at hava laks á beiti her eitt stórt avgjald, soleiðis, at nokk av peningi verður til, at vit kunnu passa upp hvønn annan, men tað man nokk verða byrjanin til endan á tí samfelag, ið vit kenna í dag.

Tað er eftir mínum tykki tokutala, at vit 53.000, sum eru matvøruframleiðarar fyri fleiri milliónir fólk skulu kunna gera hettar CO2 neutralt.

Tað er líka langt úti sum at siga, at Suðurstreymur er klimaneutralur, og restin av landinum ikki, tí flestu vindmyllurnar eru í Suðurstreymi, og øll skipini eru skrásett og øll fiska framleiðsla fer fram uttan fyri Suðurstreym, so einfalt kann tað ikki vera?

Hevði tað ikki verið ein møguleiki, at vit royna at bera so í bandið, at vit skulu sleppa at traðka á somu altjóða klimavekt, sum okkara grannalond gera.

Vit mugu bara ásanna, at vit ikki hava verið nóg dugnalig til at samráða okkum til eina nøktandi klimaavtalu, sum okkara grannalond hava verið.

Skal enda við at siga, at eg eftir mínum tykki hvørki eri klimaavnoktari, Boomer, flathearter ella alt tað vanliga, sum man verður lagdur undir, tá ið man dittar sær at seta spurningar hesum viðvíkjandi.

Eg eri nevndarformaður í einasta Greenkey hotelli her á landi, og nevndarformaður í feløgum, ið eru ISO millijø standard sertifisera og feløg, ið vit vara av, hava eisini brúkt stórar millióna upphæddir til battarí skipanir, landstreym skipanir osv.

Eg skal fyri ein góðan ordan skyld nevna, at persónliga koyri eg elbil, og hiti mín privata bústað við jarðhita... bert ein upplýsing, um hettar er tað, sum krevst fyri at vera stovureinur í umhvørvis samanhangi!

Tummas Justinussen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo