Ólavur Heilagi var einki halgimenni, meðan hann var á lívi. Men tað hevur hann verið síðan. Hann var kongur í Noregi frá 1015 - 1028 og varð kosin halgimenni í 1031. Søgan um hann varð skrivað í 13. øld á ógviliga veikum grundarlagi.
Øystein Morten sum er átrúnaðarsøgufrøðingur og høvundur hevur sett sær fyri at kanna, hvør hesin Ólavur mundi vera. Og hann skrivar okkum eina hugtakandi og livandi søgu um Ólav Halga.
Málið er tvíbýtt. Fyrst vil hann vita, hvussu nógv hald man vera í átrúnaðarligu mýtuni um Ólav hin Heilaga og síðan at brúka allar tøkar keldur at lýsa so væl sum til ber veruliga mannin Ólav Haraldsson.
Til at hjálpa sær við fyrra partinum brúkar hann nýggja tøkni at kanna sonevndu autentiska leivdirnar - eitt skinnabein - sum liggur í katólsku Santa Ólavs kirkjuni í Oslo. Søgan um hesa verkætlanina er spennandi sum nøkur brotsskaldsøga.
Í hinum partinum av søguni, frásøgnini um lív Ólavs Haraldssonar, flytir høvundurin okkum inn í norska og evropiska miðøld, inn í tær mongu ósemjurar, ránsferðirnar, giftarmálini, bardagarnar og svikaligu sambondini.
Hetta er søguligt skeið, sum gevur einki eftir fyri fiksjónsverkum sum «Game of Thrones», hvat harðskapi viðvíkur. Tað var í hesum veruleikanum, at upprunaligi leiguhermaðurin Ólavur beinleiðis bardi seg fram til sína lagnu á Stiklastøðum.
Les meira á sprotin.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo