Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá kommunan verður biðin um at broyta, ella sum í hesum førum sjálv tekur stig til at broyta byggisamtyktina, við at goyma seg aftan fyri byggiharran, eru tað nakrar grundleggjandi leiðreglur, sum kommunan altíð eigur at halda seg til.

Kommunan skal seta seg inn í, hvat byggiharrin ætlar sær at byggja.

Nú kommunan hevur avgjørt at fara undir eina tilgongd at gera eina serstaka byggisamtykt fyri ein tann seinasta grøna blettin í miðbýnum, er tað av ovurhonds stórum týdningi, at kommunan setur nakrar púra greiðar reglur fyri, hvat og hvussu ætlanin er at skipa økið, og hvussu bygningurin kemur at síggja út. Lesur man uppskotið til serstøku byggisamtyktina, eru ta sera elastisk krøv sum verða sett til byggiharran. Eitt nú:

⦁    Tilfarið skal vera býarkent. Er hetta reytt málaður timburklædningur, onkur koksráur klædningur sum hvør vinnubygningur verður klæddur við nú á døgum ella ein ráur og kaldur betongbygningur. Hvør veit.

⦁    Framsíðurnar skulu tykjast innbjóðandi og hava eitt ávíst fjølbroytni. Man tað ikki vera líka nógvar meiningar um, hvat er innbjóðandi sum tað eru fólk til. Hetta verður nokk eisini sera trupult at handfara og stýra.

⦁    Tað skulu byggjast í mesta lagi 21 íbúðir og í minsta lagi 135 p-pláss. Í roynd og veru kunnu vit rokna við, at bygt verður 1 íbúð og 200 p-pláss.

⦁    Bygningurin skal ikki vera hægri enn 13 m frá planeringshædd. Vanligt er at planeringshæddin er undir lendisgólvinum á niðastu hædd, men í hesum føri velur kommunan av einari ikki kendari grund, at staðseta hana nakað væl omanfyri. Kortini verður bygningurin 17,8 m til hæddar.

Felagið “Grannalív”
Umboðandi Tinghúsvegin niðara part, Kongagøtu, Tungugøtu og Lucas Debesar gøtu.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo