Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 6. november kl 19.30 verður áhugaverd almenn kvøldseta í Norðurlandahúsinum.

Tá fara tveir nógv umbidnir fyrilestrarhaldarar – Astrid Tonette Sinnes, professari úr Noregi, og Thomas Ravn-Pedersen, stjóri á Verdens bedste nyheder úr Danmark – at vísa á, hví tað eisini er týdningarmikið hjá okkum her í Føroyum at lata børnini arbeiða við teimum 17 heimsmálunum, sum skulu tryggja ein betri, javnari og burðardyggari heim.

Kvøldsetan er ætlað almenninginum: foreldrum, limum í felagnum Heim&skúli, námsfrøðingum, foreldraráðum, Námsvísindadeildini og øðrum lesandi á Setrinum, lærarum á miðnámi, fjølmiðlum, politikarum, kommunustýrislimum, ja, øllum sum arbeiða við ella vara av børnum og ynskja ein burðardyggari heim.

Astrid Tonette Sinnes, professari í náttúruvísindi og læring við Norges miljø- og biovitenskaplige universitet, fer a tosa um avbjóðingina við at geva øllum næmingunum neyðugan kunnleika og førleika til at náa eini burðardyggari menning fyri ár 2030. Hvussu kann skúlin geva næmingum ástøðiligar og verkligar førleikar til at møta teim mongu avbjóðingunum, ið eru knýttar at burðardyggu menningini?

Thomas Ravn-Pedersen, stjóri á verdensbedstenyheder.dk fer at gera status yvir, hvussu væl tað sum heild gongst í heiminum beint nú, fyri síðani at hyggja út í framtíðina og greiða frá fátækt, ójavna og veðurlagsbroytingum – og hvussu vit og børn okkara við teimum 17 heimsmálunum kunnu gera mun.

Kvøldsetan fyri almenninginum verður hildin í sambandi við læraradagarnar, sum eru fyri allar lærarar í landinum. Læraradagarnir verða í Norðurlandahúsinum 6. og 7 november og tað eru Nám og Mentamálaráðið, sum skipa fyri.

Skráin týskvøldið, 6. november kl. 19:30:

1. Fyrilestur:  Útbúgving til burðardygga menning - orð í verki

Astrid Tonette Sinnes, (NO), professari í náttúruvísindi og læring við NMBU 

2. Undirhald við Jákupi Dahl

3. Fyrilestur: Heimsins týdningarmesta ætlan
Thomas Ravn-Pedersen, (DK), stjóri á Verdens Bedste Nyheder (verdensbedstenyheder.dk)

Tiltakið er væntandi liðugt kl 21.30.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo