Tað er lagt upp til tann heilt stóra tunnuslátturin í ár millum borgarstjórar.
Tunnan er væl bjálvað, tí í henni liggur fullur posi við 15 milliónum krónum, sum skulu brúkast til royndarætlan við heilsudepli. Ein sokallaður økis-kattur.
Ein borgarstjóri hevur boðað frá, at hann verður ikki við í kappingini, tí mótstøðan móti hesi ætlan í sínum øki er ov stór. Borgarstjórin sigur seg vera sannførdan um, at allir partar høvdu sæð stóra virðið í ætlanini, men hansara handfaring av málinum hevur ikki verið nóg góð, tí meldar hann pass og verður eygleiðari í kappingini.
Veddingarfyritøkurnar eru farnar at meta um, hvør favorittur er til hesa fittliga stóru peningaupphædd, og har liggur borgarstjórin í Runavíkar kommunu klárt nummar eitt at gerast kattakongur.
Veddingarfyritøkurnar meta eisini at borgarstjórin á Tvøroyri og borgarstjórin í Vestmanna kunnu fara og gera seg galdandi.
Ad-hoc toymið vónar inniliga, at borgarstjórarnir fara at sláa tunnu og ikki hvør annan!
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo