Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ólavur er komin upp á land. Hann stendur á bendigsøkinum í Vestmanna og bíðar eftir, hvat framtíðin fer at bjóða.

Tey sum eru komin nakað upp í árini minnast kanska at hava siglt við Ólavi, sum í nógv ár røkti sambandið ímillum Streymoynna og Vágoynna. Hann hevur eisini verið brúktur til nógvan annan flutning ímillum oyggjarnar upp gjøgnum tíðirnar, hevur verið við til at bjarga skipbrotnum, og tað sigur kanska ikki so lítið, at hann er nevndur í fleiri bókum og skaldsøgum, eitt nú í endurminningunum hjá Heðini Brú.

Men alt hevur sína tíð. Ólavur er bygdur í Vestmanna í 1930, so hann fyllir 90 ár í ár. Eigarin, Alfred Olsen, er at kalla javngamal við bátin, sum hann hevur passað trúliga. Men nú er komið hartil, at onkur avgerð má takast um framtíðina, og hvør skal hava ábyrgdina.

Sámal Jákup Olsen er ein av arvingunum, og hann er sannførdur um, at tey eiga at varðveita Ólav, sum altíð hevur verið partur av familjuni.

- Men tað er ikki bara sum at siga tað. Tað kostar, og onkur má eisini hava ábyrgdina. Vit trilva eitt sindur beint nú, sigur Sámal Jákup og leggur afturat, at fornminnismyndugleikarnir eisini eru inni í myndini.

Ólavur hevur spælt ein leiklut á Bátastevnuni, og frá stevnuni hevur hann eisini fingið nakað av pengum, men tað skal nogv til.

- Vit rokna við, at tað skulu einar 100 til 200 túsund krónur árliga til raksturin. Landið hevur onkra stuðulsskipan til træskip sum eru verd at varðveita. Tað besta hevði verið, um Ólavur varð umvældur sum skjótast og fekst aftur á flot og bleiv brúktur. Men enn vita vit ikki akkurát, hvussu vit skulu gera hetta, sigur Sámal Jákup Olsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo