Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú sleppa føroyskir íverksetarar aftur at royna seg. Hósdagin 23. august verður nýggja Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum karmur um kappingina Creative Business Cup Føroyar, ið er ein kapping millum føroyskar íverksetarar. Vinnarin umboðar Føroyar í altjóða Creative Business Cup kappingini, ið verður í Keypmannahavn í november.

Creative Business Cup er ein altjóða íverksetarakapping har kappast verður um heiðurin at verða heimsins besti íverkseti innan kreativar vinnur.   

Endamálið við kappingini er, at varpa ljós á og stuðla íverksetarum og fyritøkum í kreativu vinnuni, umframt at verða bindilið millum íverksetarar, íleggjarar og altjóða marknaðin. Í ár taka fleiri enn 70 lond lut í kappingini í Keypmannahavn.

Í Føroyum verður kappingin skipað sum eitt samstarv millum Vinnuframa, Íverksetarahúsið, Fróðskaparsetur Føroya og Hugskotið.

Øll sum hava eina nýskapandi íverksetarafyritøku, kunnu melda seg til, við at senda ein teldupost til hugskotid@hugskotid.fo har eitt tilmeldingarskjal verður útflýggjað. Seinasta freist at melda til er 25. juli, og eitt panel velur út fimm fyritøkur, sum sleppa við í føroysku finaluna í Kongshøll, at leggja fram fyri einum royndum dómarapaneli. Vinnarin sleppur síðani víðari til altjóða finaluna í Keypmannahavn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo