Eingin hevur sum tú uppiborðið eina virðisløn at siga frá um havið og lívfrøði.
Í grundgevingunum verður sagt, at ”Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2015” verður latin Boga Hansen, tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina, sum eru, at miðlingin er á høgum stigi til ein breiðan skara, at íkastið økir fatanina av gransking í samfelagnum og, at talan er um fangandi og kjakkveikjandi miðling.
VP ynskir Boga Hansen til lukku við virðislønini, sum Føroya fremsta Granskingarráð stendur fyri.
VP er tó ikki vitandi um miðilin ella miðlingina, hjá Føroya fremsta granskara.
Hvar eru úrslitini miðlað?
Hava tey verið boðin til almenningin?
Vit vita ikki um tey á VP.
Hvussu er við hinum miðlunum?
Granskingarráðið er so vinaligt at upplýsa, at Bogi Hansen hevur skrivað bókina ”Havið” fyri fimtan árum síðani.
Nýggjasta bókin hjá Boga Hansen er 4 ára gomul og eitur ”Veðurlagsbroytingar”.
Hvar er miðlingin hjá Granskingarráðnum farin fram?
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo