BirkBlogg: Nú er freistin úti at tekna altjóða filmar til 92. Oscarkappingina, sum sunnukvøldið 9. februar verður varpað til allan heimin úr Dolby Theatre á Hollywood Boulevard.
Á listanum eru lukkutíð fleiri filmar, sum hava verið sýndir, ella skjótt fara at verða sýndir herheima, tí ein trúfastur áskoðaraskari er í øllum landinum at síggja altjóða film, sum ikki neyðurviliga er á enskum, kanska slettis ikki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo