Einki liggur Hamasleiðsluni meira fjart enn at bjarga palestinska fólkinum, og tryggja teimum teirra egna stat. Einki av hesum stendur í teirra stevnuskrá. Tað sum ein tó finnur í stevnuskráini hjá Hamas er, at allir jødar skulu útruddast. Tá Hamas fekk høvi til tess tann 7. Oktobur 2023, valdi Hamas eisini at fylgja sína egnu stevnuskrá.
Síðani kom Mosab Hassan Yousef, sonur til Hamas-stovnaran Hassan Yousef. Í fleiri vesturlendskum sendingum hevur Mosab greitt frá ideologiini handan Hamas, stríðið í Miðeystri, og hví palestinar koma at rinda ein høgan prís fyri teirra ”aktivistiska virksemi”.
Tí meðan hesi rættvísisstríðsfólkini halda, at tað ”frælsa Palestina” skjótt kemur, so skilja tey ikki, at hetta lyfti hjá Hamas er tann reini heilaspuni. Tí hevði tað verið ein sokallaður statur, so er liðugt við High Life í Katar, tí tá verður ein veruliga noyddur at fara til verka, har ið eingin hjálparpeningur floymur, og ongar stuðulsmilliardir frá Iran, sum kunnu skapa ófrið í Levantinum.
Tí verður tað hildið fast í hesari væleydnaðari samskiftisætlan, sum fleiri limir av yvirgangsfelagsskapinum hava avdúkað. Har verður ikki bara greitt frá hvussu skúlar, sjúkrahús, moskur og annað verða brúkt sum hernaðarstøðir, men at samskiftisætlanin sær nøkunlunda soleiðis út: Til arabiska heimin verður styrki, harðskapur og vald miðlað. Til vesturlendska heimin verður tann humanitera vanlukkan miðlað. Tí í vesturheiminum riggar tað betri at vísa á veikleika, maktarloysi, offurleiklutin og tær dramatisku umstøðurnar.
Tann 17. Oktobur 2023 rakti ein rakett hjá Islamiskum Jihad Al-Ahli-Arab sjúkrahúsið. Beinanvegin bleiv eitt tíðindaskriv sent til teir vesturlendsku miðlarnar, har ið Ísrael fekk skyldina, fyri at hava bumbað eitt sjúkrahús. Hendan søgan náddi heilt til “New York Times”. At einki av hesum passaði, hevði ikki áhugan hjá nøkrum. Enn trúgva fleiri eina søgu, sum ongantíð passaði.
Í 2005 bleiv gjørd ein roynd at geva Gasa meiri sjálvbjargni, og vita hvussu leikur fer, um Ísrael tók allar sína hernaðarmegi úr økinum. Tí kanska hevði Gasa møguleika at blíva ein frístaður við nógvari ferðavinnu. Tann royndin er fyribils ógvusliga miseydnað, og sjálvt um tað virkar sera fjart, so er tað ikki óhugsandi at Gasa í framtíðini kann blíva ein frístaður við ferðavinnu, strandpromenadu, luksusvillaum og meira.
Men skal alt tað nevnt omanfyri gerast veruleiki, so krevst sjálvandi at Gasa íbúgvar steðga við at leypa á sínar grannar. Tá arabararnir byrja at elska børnini hjá sær meira, enn hvat teir hata jødarnar, so er væl hugsandi, at vápnahvíld og varandi friður gert veruleiki. Men inntil víðari er tað nokk seinur dagur.
Fyri at runda hetta skrivið av, so er eitt av mínum hæddarpunktum í øllum hesum býttisskapinum søgan um, at “Jesus var palestinensari”. Sum tann føroyski dansurin, so er tilgongdin tvey fet fram, og eitt fet aftur. Bara við áhaldandi at greiða frá einfaldum sannleikum, er møguleiki at vinna á hesum býttisskapinum.
Við framburðs- og tjóðskaparkvøðu
Øssur Patursson
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo