Nú niðurlagar Ingilín D. Strøm okkara størstu samhaldsføstu sosialu súlu í Føroyum, SEV.
SEV hevur verið okkara garantur fyri at vit hava streym í hvørjum króki í Føroyum eins nátúrligt sum at vatni rennur í krananum. Tað er ikki ein sjálvfylgja.
At loyva oljufeløgunum inn á neti kemur ongantíð at gagna okkum brúkarum. Hatta er bara ein kapprenning eftir okkara føstu mánaðarligu bankaflytingum.
Tað er ađrastaðir har kapitalurin kundi kappast. T.d. at ment alingina úti frá landi.
At geva alifeløgunum/kapitalfeløgunum gjøgnum oljufeløgini loyvi at mjólka okkum brúkarum enn meira er ikki sosialt gagnligt.
Loyva vit teimun stóru skorunum undan at stiðja felags projekið, er skjótt til at alt dettur á gólvi. Tá er eingin vinnari.
Alt íklætt at vit ikki klára grøna orkuskifti áđrenn 2030. Og hvat soooo um 2030 fer framvið. Ger tað heldur ordiliga.
Klára vit tað ikki í felag gjøgnum SEV, er ikki vert at vit klára tað.
Tađ er so mín meining!
Frímund Hansen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo