Nógv er broytt innan postala heimin, síðan eg á løgtingsfundi royndi at greiða frá tí serstaka góðu tænastu, Postverk Føroya hevði við teimum rullandi posthúsunum, har (allur postur v.m. kundi avgreiðast á køksborðinum).
Sjálvsagt broytast tíðirnar og vit noyðast at tillaga okkum teimum nýggju avbjóðingunum, har e-mail í størsta mun hevur avloyst vanligt brævaskifti og heimagreiðslan peningaflutningin.
Í Danmark rekur Post Nord postflutningin og flestu posthúsini eru avloyst av bensinstøðum, smáhandlum og Brugsen.
Leingi hevur ljóðað, at hetta sama mynstrið skal brúkast í Føroyum.
Mær er sagt, at uppsøgn er send viðvíkjandi leigumálinum av posthúsinum í Saltangará og starvsfólkini, sum hava útberan og avgreiðslu av posti til størsta partin av Eysturoy, framyvir koma at arbeiða út frá Tórshavn.
Tá tað ikki er neyðugt, at hava eitt posthús opið í Eysturoy til áleið 11.000 fólk varð væntandi, at so verða øll onnur posthús í landinum niðurløgd.
Tí eru tað gleðitíðindi at posthúsið í Klaksvík, har kundagrundarlagið er góður helmingur av Eysturoy, opnar í nýggjum hølum mánadagin 8. februar.
Gott at fingið eina almenna kunning, hvørjar ætlanir og framtíðar visiónir vit kunnu vænta okkum frá almenna partafelagnum Posta.
Kári P. Højgaard,
fyrrv. postboð og løgtingslimur
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo