Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Lærarafelagið hevur í seinastuni fleiri ferðir víst á, at tað hevur týdning, at tey, sum undirvísa komandi lærarum, hava útbúgving sum fólkaskúlalærari og royndir í fólkaskúlanum sum grundførleikar umframt aðra viðkomandi útbúgving omaná.

Tað er ikki nóg mikið at hava akademiskan førleika í evninum, tú skalt undirvísa í, heldur Lærarafelagið.

Sveinur Heinason Rasmussen og Sonni Johnsson, læraralesandi, halda, at tað eru fyrimunir og vansar við báðum. Teir eru báðir í Ráði teirra lesandi, sum er samstarvsráðið fyri øll lesandi á Fróðskaparsetrinum; Sonni er eisini í Lestrarráðnum, sum er ráðið fyri tey lesandi á Námsvísindadeildini, har tey, ið lesa til lærara og námsfrøðing, ganga.

- Hava vit ein akademikara sum lærara, so læra vit fakið, sum vit vilja duga, út í odd og egg, men vit fáa ikki ta didaktisku vitanina, sum er so neyðug, frá viðkomandi, og tað er ein trupulleiki. Biðja vit viðkomandi flyta evnið, vit hava um, inn í eina støðu í fólkaskúlanum, so megnar viðkomandi av góðum grundum tað ikki. Alt gott um, at undirvísingin skal vera granskingargrundað, men sum læraralesandi tørvar okkum eisini at umseta ástøði til praksis. Lærarin, sum hevur akademiska útbúgving oman á sína fólkaskúlaútbúgving, dugir at umseta ástøðina til praksis í ástøðiligari undirvísing. Tað ger hin ikki. Høvdu allir undirvísarar góðan kunnleika til fólkaskúlan, eitt nú við fólkaskúlaútbúgving og royndum at undirvísa í fólkaskúlanum, so høvdu øll skeiðini verið øðrvísi skipað. Viðkomandi hevði kent námsætlanirnar, hvussu gerandisdagurin er og kann vera í fólkaskúlanum og so framvegis. Hóast fleiri undirvísarar, sum ikki hava fólkaskúlabakgrund, eru sera dugnaligir, so er munurin týðiligur millum hesi og tey, sum hava fólkaskúlabakgrund.

Les samrøðu við Svein og Sonna í Skúlablað nr 5, 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo