Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: “Barnalív og kyn í Føroyum”. Tað er heitið á nýggjari ph.d.-granskingarverkætlan, hvørs endamál er at kanna, hvørja ávirkan okkara fatan um kyn og kynsleiklutir hevur á uppaling, menning og framtíðar møguleikar hjá børnum í Føroyum.

Kvinnan handan verkætlanina er Ivonna Johansen, námslektari í námsvísindum á Fróðskaparsetri Føroya. Hon er sjálv útbúgvin námsfrøðingur og hevur skrivað kandidatritgerð um foreldur og børn og kynsstrukturar og konstruktiónir. Tað vil siga, hvussu foreldur ávirka børnini í mun til kyn og kynsfatanir. Tí er tað púra natúrligt, heldur hon, at halda fram at granska innan námsfrøðina á dagstovnaøkinum - tað eru børn undir skúlaaldur. Men stundin er eisini komin til at fara stigið víðari og kanna, hvørja ávirkan fatanin um kyn og kynsleiklutir hevur í breiðum samfelagsligum høpi, og hvussu tað ávirkar framtíðar møguleikar hjá børnum at virka frítt og frælst í samfelagnum uttan mun til kyn og samleika annars. Evnið fevnir tí breitt og er viðkomandi fyri foreldur eins og allar geirar í samfelagnum, eisini fólkaskúlan, heldur Ivonna.

Stýrd av ótilvitaðum hugsanum
Tað er júst hetta, hvussu børn kunnu virka frítt og frælst uttan mun til kyn og samleika, sum er avbjóðingin og vert at kanna nærri, heldur Ivonna.

- Okkara fatanir av heiminum eru stundum stýrdar av púra ótilvitaðum hugsanum, ið kunnu spenna bein fyri javnbjóðis møguleikum, sigur hon.

Hon vísir á, at tað hevur stóran týdning, hvussu vit seta orð á og tosa um heimin og okkara fatanir av heiminum, tí orð og týdningar kunnu skapa veruleikar og samleikar.

Tað er lætt at finna dømi úr gerandisdegnum, sigur hon og vísir á siðbundna uppbýtið millum gentur og dreingir. Tað er, hvussu stereotypu leiklutirnar ávirka og verða skilmarkaðir og fataðir alt eftir, hvat kyn talan er um.

- Okkara fatan og uppbýtið millum kynini, millum gentur og dreingir, er tíðliga rættiliga eyðsýnt og sjónligt. Klassiska hugsanin er, at gentur eru stillar og skikkiligar og gera fimleik, meðan dreingir eru villir og rokaligir og sparka fótbólt. Eisini finna vit dømi úr leikuhandlinum, har uppbýtið er ógvuliga greitt og gevur børnunum tíðliga eina greiða fatan av, hvat er hóskandi atburður eftir galdandi normum í samfelagnum. Hetta eru normar, sum kunnu vera púra ótilvitaðir og mangan eru tað, sigur Ivonna.

Nýggja verkætlanin fór av bakkastokki í august í fjør og skal eftir ætlan vera liðug um tvey ár. Tað er Granskingarráðið, sum hevur stuðlað verkætlanini við 668.600 krónum.

Brot úr grein í Skúlablað nr 4, 2020 eftir Jákup Boga Joensen. Les alla greinina í blaðnum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo