Mong á hægri læristovnum og á gøtuni halda ‘trúnna á Gud’ vera rætt svar.
Ágangur á og útspilling av Kristnini er harður í (fyrr) kristnum Vestanlondum.
Flest kristin hopa undan og falla frá, so Islam herjar fram í Evropa og USA.
Og tó, í eitt nú Iran, Kina, S-amerika og enntá Evropa eru kristnar vekingar.
Fleiri politikarar hava rygg sum spagetti. Fólkastýrið er hart kroyst frá vinstru.
Miljónir landastrok bróta inn um vesturlendsk landamørk uttan mótstøðu.
Tey rýma úr sínum miseydnaðu heimlondum og halda fram at spilla okkara.
Tey sleppa at máa støðið undan heimsøgunar bestu mentan og búskapi.
Kapitalisman hevur sigrað seg sjálva í hel og rotað Vestanlond innaneftir.
Júst tað sama hendi fyri 1500 árum síðan, tá Rómaríkið fall innanífrá.
Tey, ið høvdu best ráð og umstøður, góvust at fáa børn at tryggja burðartalið.
Vitanarstøðið hjá ungum viknar
Tann miðvísa avkristnanin eydnast, tí ungfólk kenna ikki søguna.
Tann, ið ikki kennir søguna, er dømd/ur til at endurtaka hana.
Fyrst varð landalæran og so heimssøgan niðurraðfest í okkara skúlum.
Kunnleiki um fortíðina er neyðugur førningur, skal ein fata nútíð og framtíð.
Tað er vandafult, at ungfólk halda heimssøguna byrja, tá tey vórðu fødd.
Kríggj millum kristin sigast hava týnt fleiri mannalív enn nøkur onnur trúgv.
Hetta er burturvið. Eg havi kannað nøkur áleið deyðstøl tey farnu 2.000 árini.
Krossferðirnar (1100 - 1300) kostaðu íalt 1 mió muslimum (og jødum) lívið.
‘30-ára kríggið’ (1618-48) tók lívið av íalt 5-6 mió fólkum (mest týskarum).
Tað herjaði í Miðevropa serliga millum katolikkar og protestantar.
Kristin hava tó bert dripið ein viðfáning av øðrum trúarbólkum enn øvugt.
Eingin trúarbólkur hevur mist fleiri mannalív av forfylging enn kristin og jødar.
Gevið ikki Gudi skyldina
Vit menniskju eru falnir skapningar, og okkum fattast dýrd Guds her og í ævir.
Rætt og skeivt, gott og ónt eru fastløgd virði í Bíbliuni, greið fyri øll at skilja.
Illgerðir manna eru okkara mistøk (milt sagt) - ímóti Guds ætlan og kærleika.
Trúarkríggj móti innføddum fólki í 3-heimi (1500-1900) kostaðu nakrar mió lív.
Flest innfødd doyðu av smittum og alkoholi, ið tey ikki høvdu andevni ímóti.
Hjálandatíðin var meiri handilslig enn kristin hertøka at vinna Evropa hjálond.
Men flestu hjálond fingu sum fráleið gagn av at verða kristnað og siviliserað.
Tá byrjaði nútíð og menning fyri flestu teirra, ið hevur hildið fram til í dag.
(Heims)kríggini í 20. øld vóru statskríggj uttan tað mál at breiða út Kristni.
Mongolskar herjingar í Evropa í 13. øld drupu 40 og í Kina 60 mió manalív.
So ‘kristin kríggj’ hava elvt til lítið mannfall mett við mong onnur (trúar)kríggj.
Hvussu við kríggjum fyri Allah
Islamskir arabar byrjaðu at herja vestur- og eystureftir frá 5. til 17. øld.
Karl Martel fransakongur steðgaði teimum vestan fyri við býin Tour í 732.
Týski Leopold og pólski Sobievski steðgaðu Osmannum við Wien í 1683.
Í Evropa og Miðeystri drupu muslimar uml 100 mió fólk millum 650 og 1700.
Í Persia, Pakistan og India drupu arabar (1200 - 1600) uml 250 mió fólk.
(Meiri um islamskt ‘missiónsvirksemi’ og trælahandil/trælahald í seinni grein).
So til ‘trúar’kríggj fyri Marx
Marxisma er hin mest blóðuga ´trúar’læran í heimsøguni eftir stytst tíð.
Hon gjørdist ráðandi politisk skipan í Sovjet í 1917 og í Kina í 1949.
Í Sovjet eru uml 40 mió, í Kina 50 mió, í øðrum londum 20 mió deyð (dripin).
(National)sosialisma ráddi í Italia frá 1922 og í Týsklandi frá 1933 til 1945.
Øll sløg av Sosialismu byggja á almennan ognarrætt og harðliga útjavning.
Hon hevur í bert 100 ár herjað eini 40 lond og kostað yvir 110 mió mannalív.
Sosialisma hóttir longu í ár USA (háborg kapitalismunar og persónsfrælsi).
Tí eru øll rótskot frá Marx, útjavning við makt, størsta vandamál í heiminum.
(Video niðanfyri byggir á bestu bók um evnið, ‘Black Book of Communism’).
Kapitalisman: vónin hjá mannaættini
Kapitalisman er væl eitt slag av tímiligari, sekulerari religión hjá mongum.
85% av henni byggir á kol, olju og gass. (Bert 3% á vind og sólorku).
Hon er sprottin úr kristnari mentan, vestligari siðmenning og sivilisatión.
Men hon er (sum kjarnorkan og sprittið hjá suðringinum) komin út í ringt orð.
Hon byrjaði í 1776 við bókini ‘Wealth of Nations’ eftir skotan Adam Smith.
Hon hevur verið ástøðiligt grundarlag fyri ídnaðarkollveltingini líka síðan.
Marxistar av øllum sløgum hata kapitalismu av innasta hjarta.
Orsøkin er, at øvund er ein av 7 arvasyndum, nú sett í politiskt system.
Undan kapitalismuni føddi okkara statiski heimur færri enn 1 mia menniskju.
Í dag, 250 ár seinni, liva 8 mia fólk á jørðini, øll av kapitalismunar fruktum.
So vit kunnu takka Gudi fyri kapitalismunar vælferð. Hon eigur lívið í øllum.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo