Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hvat hevur tað at týða, at val ganga rætt fyri seg, og at tey vera vird? Í tí raðfylgjuni, og ikki umvent.

Hvat hevur tað at týða at lógir vera fylgdar og at rætti vinnarin verður innsettur?

Val hava veruligar fylgir.

Vit sóðu menn í sjónvarpsstovuni gleðast eftir 6. januar, og talað var um endan av "Trumpismuni". Og hóast tað nú frá FBI er greitt, at talan var ikki um nakran organiseraðan uppreistur, men um nakrar stakar ótangar í mannfjøldini hin 6. januar, so livir hendan tilgjørda søga enn, eins og hon gjørdi um Ríkisdagin í Týsklandi á sinni.

Tað eru enn mong ið grína, og lata sum um alt gekk rætt fyri seg í USA í novembir, desembir og januar. Tað eru mong ið halda at tað var rætt at fáa Donald J. Trump frá við valsvikið. Teimum dáma ikki mannin, og steðga ikki á og hugsa um hví.

Fyri tey er valsvikið og eftirfylgjandi statskvettið heilt legitimt, tí tey sluppu eina løtu av við mannin tey hata einamest.

Tey gloyma at hesin hataði maður hevur tilogna sær eina heilt serliga verju úr erva. Hann hevur nevniliga signa Ísrael meir enn nakar annar amerikanskur Forseti í nýggjari tíð. Og hann ið signar Ísrael skal Eg signa, sigur Harrin. Og hann ið bannar Ísrael skal Eg bannað, sigur Harrin.

Hendan verja er yvir øðrum verjum ið vit menniskju eru ment at ímynda okkum. 

Somu miðlar ið kalla hendan mann fyri rasist, ringan tapara og klima-avnoktara (enntá inkarneraða Hitler), eru jú teir somu "Pravda"-miðlar ið vóru við til valsvikið og sum bera "tíðindi" inn í heimsins sjónvarpsstovur allan dagin.

Tað eru somu miðlar, ið við svikið fingu geriatriska og hálvdementa Biden yvir gáttina í Pennsylvania, Georgia, Wisconsin, Michigan, Arizona og aðrastaðni. Tað er ikki skeivt at siga tað, tá hvørt orð er satt. Og sannleikin hevur týdning.

Og tí sigi eg, at hesir miðlar hava blóð á hondunum. Teir tosa um ræðuleikarnar í Kabul júst nú, og teir føla onga ábyrgd fyri tí ið teir eru høvuðsatvoldin til. Teir boða í løtuni frá beinleiðis avleiðingum av egnum tíðindaflutnigi og egnari meiningsmyndan.

Hesir miðlar vita væl, at støðan í Kabul var ein heilt onnur beint nú, um rætti Forsetin sat við valdi.

Sjálvandi vilja hesir miðlar ikki avdúka seg sjálvar, við at fara at eftirkannað valstøð, valreglar, videoupptøkur, ábyrgdarfólk, matematisk prógv og dataprógv.

Menniskju sleppa av við likamliga skarnið á WC'num, men skarnið frá miðlunum kann ikki skolast út, og tað skarnið er uppaftur meiri heilsuskaðiligt.

Tað eru hesir miðlar ið gera, at menniskju mangastaðni ikki tola Donald J. Trump. Tí hann sigur tað hann meinar, og hann kallar ein spaka fyri ein spaka. Hann fer beint eftir trupulleikanum, og smæðist ikki.

Hann er "fornermisligur", tí hann sigur sum er. Hann handlar, og hevur eyguni á bóltinum. Hann gevist ikki at rógva, tá hann er frammanfyri.

Sum ein segði: "Menniskju dáma meg, tí eg sigi teimum sannleikan. Og menniskju dáma meg ikki, tí eg sigi teimum sannleikan" - ókendur. Men hví vil nakar vera politiskt rættur, tá ein kann vera rættur?

Kenslurnar hjá onkrum vera royndar, og so er í teirra verð betri at læsa hann úti úr debattini, so at ein kann liva víðari í La La Landið ístaðin.

Eftir góðum hálvum árið, so liggur heimurin í skeljasorið. Alt uppbyggjandi er bannað. Alt niðurbrótandi og sjálvoyðandi verður hálovað og lóggivið fyri. 

Tað er næstan ikki tað ting ið Biden hevur nortið við, innanríkis og uttanríkis, ið ikki er nærum óupprættiliga brotið og oyðilagt.

Amerikanarar mugu aftur keypa sær olju. Og Biden fekk næstan mittasta fingurin aftur frá OPEC í mánaðinum, tá hann nú bað teir um at økja framleiðsluna. Hvar halda tit at prísurin á olju fer?

Inflatiónin er komin upp í ósamanhangandi hæddir.

Ísrael hevur uppliva talrík rakettálop.

Sunnara landamark í USA stendur opið sum tómu eyguni á Biden tá telepromptarin frystur.

Uttanlandsskuldin er farin útav eggini. Heimsleiðarar gnýggja sær um hendurnar og smílast í berari vantrúgv.

Alt DOJ (Department of Justice) arbeiðir saman við FBI uppá yvirtíð, fyri at fjala alla óhumskuna ið dagliga kemur framm um son Bidens. Og alt hettar mugu miðlar halda seg burturi frá, tí teir hava sett hendan mannin inn, og vilja ikki avdúka seg sjálvar. Var talan um ein son hjá Trump, so var tað í yvirskriftum um allan heim.

Nú sat Biden í Camp David og hugdi at nøkrum skermum, har Afganistan fall sundur og saman uppá nakrar tímar. Stikkið var bara toga úr vegginum, og har var ongin ætlan um at fáa menniskju burtur fyrst. Man kann opinbart ikki krevja at ábyrgdarfólk skal fáa fólkið úr svimjihylinum, áðrenn hann verður tómdur.

Ætlanina um at fara skynsamt úr Afganistan átti ein veruligur og valdur forseti, og tí var tann ætlanin (ið longu var fíggjað) løgd niður í juni. Tann ætlanin var jú sjálvandi rasistisk, tí hon var gjørd av fyrru administratiónini.

Ímeðan detta menniskju undan flogførum, ið lætta sær á í Kabul, og amerikumenn høvdu annars ein fínan basa og flogvøll í Bagram, ið teir bara fóru frá. Fullkomin skomm.

So flýgur hesin vitloysingur til Washington, og hevur ein stuttan tíðindafund, og har hava tey ið pleyga hann, fortalt honum, at hann ikki skal taka spurningar.

Á tíðindafundinum lesur hann av telepromptara, at fyrrverandi forsetin hevur skyldina. Ikki Biden, nei Trump hevur sjálvandi skyldina.

Maðurin ið var forseti tey 4 árini í mannaminni, har USA ikki byrjaði nakað nýtt kríggj - ja, hann hevur opinbart skyldina.

Maðurin ið fekk frið í lag millum fleiri lond í miðeystri, og sum legði lok á hóttanina frá Norður Korea.

Hann sum gjørdi at kinesarar hava hildi seg frá Taiwan - hann hevur nú skyldina. Og tey fávitskutu trúgva at nú stendur betur til.

10.000vís menniskju úr USA og øðrum londum eru í løtuni fastløst í Kabul, og hesin óvaldi Biden fór bara aftur til Camp David at slappa av. Tíðindakvinnan í Hvítu Húsunum (Jen Psaki) skuldi brádliga í viku-frí mitt í hesum ruðuleika. Og flennandi og fnisandi Kamala fór ein túr til Vietnam at tosa um sín klima-galskap. Ímeðan festa bæði Nancy Pelosi ið er "Speaker of the House" og Chuck Schumer ið er "majority leader" í Senatinum óført í veitslum, ið vera upptiknar á video og lagdar á netið.

Nú, eftir ein stuttan steðg aftur í Washington, har forsetin heldur ikki segði ella gjørdi nakað munagott, so er ætlanin at hann skal til Delaware at halda vikuskifti. Flott! Hesin hevur stýr á tingunum. Ongin ivi um tað.

Tá hann so kemur aftur, so fær hann, sum vanligt, fleiri spurningar um sín yndis ís, tá tann traðkar út úr einari ísbúð.

Nú brustu so bumbur í Kabul, og ein rúgva liggur eftirá. Bæði hermenn og sivil eru deyð. Og hendan vánaliga vittigheit av einum installeraðum forseta, fer á tíðindafund og fordømir og lovar hevnd. Og enn einaferð klárar hann at nevna at Trump hevur skyldina, og tíbetur steðgaði Peter Doocy frá Fox honum hesuferð, við tað at hann minti Biden á at Biden er forseti og ikki Trump.

Tit kunnu líka ætla hvussu bangnir talibanar eru nú, eftirsum Biden hevur havt ein tíðindafund (sarkasma). Teir beinleiðis skelva í buksubrókunum. Tí hvat skal Biden gera? Ætlar hann at kalla saman aftur til ein tíðindafund afturat, aftaná sín lúr og ein styrkjandi te-munn? Ella ætlar hann at fara so illa við teimum, at hann hevur tveir tíðindafundir afturat? Kanska kann hann fáa Kamalu til mikrofonina at flenna eitt sindur, og at minna øll á hvat hægsta raðfesting hjá amerikanarum er....í orðum sjálvandi, og ikki í verki.

"Harrin segði: Hvønn skal eg senda?" og "Harri send meg" segði Biden, nú tá hann neyðtók Gamla Testamenti og siteraði Esaias Profet á tíðindafundi. Og hesi orð ið ongan týdning hava fyri hendan svikaforseta, vera varpaði út í allan heim úr hansara munni. Skammiligt.

Menniskju halda hettar alt vera eitt spæl. Men tað er tað barasta ikki.

Valsvik hevur víttfevnandi avleiðingar. Valsvik oyðileggur eina stóra tjóð innanífrá.

Generalar eru hoppaðir uppá "woke"-vognin, og tosa um inklusivitet og transpersónar innan hermegina. Og skilið sæst í Afghanistan í løtuni.

Hesir Generalar vita ikki eingong hvussu mong flogfør eru saknaði í løtuni, ella hvar tey kunnu hugsast at vera. Og hettar er als ikki stuttligt. Hettar er skilaloysi úr erva og allanvegin niður. Leitt av einum manni ið alt lívið hevur kopierað orð og talir frá øðrum, og sum hevur átikið sær æruna fyri ting ið hann dokumenterað var ímóti. Hann er sjálv ímyndin av einum karrieru-politikara. Og hann hevur ríkað seg upp í hesum yrki.

https://www.thegatewaypundit.com/2021/08/biden-effect-us-lost-several-military-aircraft-flown-afghanistan-no-idea-many-lost-video/

Klimagalskapurin hevur oyðilagt útflutningin av olju í Amerika. Dollarin verður prentaður sum valseðlar til forsetavalið, og aftanfyri alt hettar sita samsek menniskju ið hava nógvar Cand. og PhD-stavir standandi frammanfyri sínum nøvnum. "Intellektuell" og væl skúlaði, kalla tey seg.

Sjálvt sokallaðir "søgufrøðingar" (eisini her heima á klettunum), halda at væl stendur til, hóast teir ongastaðni í søguni finna nakað dømi um eina tjóð, ið er komin uppundan aftur eftir eitt so grovt valsvik og slíka identitets-vrangfrálæru á lærustovnum.

Nú prutlar aftur undir lokinum í Norður Korea.

Putin er snildur nokk til at halda seg burturi, meðan Amerika oyðileggur seg sjálvt.

Kinesarar flyta nú herin móti Taiwan.

Europearar skulu taka uppaftur fleiri flóttar - hesaferð frá Afganistan og grannalondunum ið fara sama veg.

Lítlar fyritøkur koma ikki aftur eftir Covid afturlatingar. Ein á Facebook segði, at menniskju í dag høvdu ikki kent ein tyrann aftur, um hann so bað børn og vaksin ganga við masku allan dagin, og halda seg 2,5 metrar frá øðrum menniskjum.

Øll tosa um smittsemi í nýggjum variantum, og ongin vil spyrja um deyðiligheitina.

Alt ið ein skrivar verður fakta-kannað av onkrum ungum universitetslesandi við næsaringi, ið situr í einum kjallara í einari Bernie t-shirt og drekkur Red Bull.

Hesin hevur fingið loyvi til at fakta-kannað meiningar og orðingar, eins og honum lystir. Tað er hin nýggi sensururin.

Samstundis verður havt at Norður Korea fyri júst tað sama. Ja sjálvt ein av leiðarunum fyri taliban, mátti biða tíðindafólk spyrja Facebook um sensur og talufrælsi, tí hann helt tað vera løgi at hann fekk hendan spurningin:

https://youtu.be/NtNzQE3xfBs

Allur heimurin kennir veikleika Bidens. Kinesarar hava longu sagt, at amerika skal ikki úttala seg sum nakað slag av autoriteti.

Eg vóni inniliga at heimurin vaknar ígjøgnum hetta. Eg vóni at menniskju síggja hvat eitt valsvik í einum ríkið førir við sær. Tí tað stendur ongantíð uttan avleiðingar.

Tó, um amerikumenn reisa seg. Um teir fara í Grundlógina og í rættarhølini og rættað hettar valsvik. Um teir blakað hesi ráðandi í fangaklivar, ið tey eiga at sita í. Um teir rættað hesa órættvísi. Ja, so er ein vón fyri friði.

Tølini úr Maricopa County í Arizona koma alment út næstu dagarnar. Og spennandi verður at hoyra og lesa viðmerkingar frá fólkið ið hava vart valsvikið. Tøknin hjá Jovan Hutton Pulitzer er slóðbrótandi, og hann hevur givið hesum kanningum uppaftur størri trúvirði.

Vilhelm Hendrik í Skálanum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo