Nú lodnuvertíðin stendur fyri framman, eru menn vorðnir spentir.
Munnu føroyingar fáa lut í gráa gullinum frá íslendingum í ár?
Um ja, hvussu nógv?
Her er altíð ein ávísur spenningur. Og tó, tað er nokkso fastlæst, tað heila.
Í besta føri fáa vit rættindi til 30.000 tons. Vit fáa ongantíð meira enn 5% av útlutaðu kvotuni.
Er útlutaða kvotan omanfyri 600 túsund tons, detta hasi 5%'ini burtur. Tá fáa vit føroyingar ikki meir.
Av teimum fyrstu 150 túsund tonsunum av útlutaðu kvotuni, fáa vit onki.
Null!
Føroyski parturin kann tískil variera ímillum 3000 og 30.000 tons, harav ⅔ skulu avreiðast í Íslandi.
Sigast skal, at inntil víðari hava føroyingar fingið útlutað nøkur tons.
Akkurát hvussu nógv veit eg ikki, men tað er lítið omanfyri 30.000 tons.
Kanska fáa vit meir, kanska ikki. Tað koma stovnsmetingarnar at vísa komandi vikurnar.
Hvat geva vit íslendingum afturfyri? Jú, íslendsk skip hava rættindi at fiska svartkjaft í føroyskum sjóøki. Men, men, har eru nógv stór men.
Meðan vit eru avmarkað til í mesta lagi 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjóøki hava íslendingar stórt sæð bara eina avmarking í føroyskum sjóøki. Hon er, hvør skal fáa. Har eru tað íslendingar, sum gera av, hvør skal sleppa framat.
Teirra avmarking er nevniliga, hvussu nógv skip sleppa at fiska í senn. Sum er, er talan um 15 skip. Tað bleiv hækkað úr 13 upp til 15 fyri nøkrum árum síðani.
Afturfyri tað fingu føroyingar loyvi at byrja lodnuvertíðina heilar tveir dagar frammanundan undanfarin ár.
Vorðið sum avtala!
Tað eitur seg eisini, at íslendingar hava loft á, hvussu nógv teir hava loyvi at fiska í føroyskum sjóøki. Eg meini, at tað eru 100 túsund tons, men møguliga er tað 150 túsund. Men tað er stórt sæð bara eitt eiti.
Vit hava ongar treytir fyri, at fiskurin skal avreiðast aftur í Føroyum, og enn minni er nakað eftirlit við, hvussu nógv teir fiska.
Ein hevur hug at spyrja, hvør tramin hevur gjørt hesa avtaluna?!?
Íslendingarnir hava harafturímóti harðar treytir til síni egnu skip, m.a. um, hvar veiðan skal avreiðast. Nevniliga í Íslandi.
Revsingin fyri at landa uttanlands er, at skipið missir ein part av lastini í kvotu, sum síðani verður lutaður útaftur til hini “trúgvu” skipini, sum landa í Íslandi.
Tað kemur næstan ikki fyri, at íslendsk skip avreiða uttanlands, hóast tað loysir seg bæði væl og virðiliga.
So kann man spyrja hví?
Tað er nemliga tí, at bert eittans skip í íslendsku uppisjóvarvinnuni ikki er tengt at einum virki á landi.
Føroyingar hava eisini ásetingar fyri, hvussu uppsjóvarkvoturnar skulu avreiðast:
Verður avreitt uttanlands, so er avreiðingargjaldið heili 30% av søluni.
Tilfeingisgjald er á svartkjaft, sild og makrel, sum til tíðir er ein alt ov stórur %-partur av søluni, tí ásetingin er í krónum og oyrum, heldur enn ein fastur %-partur.
Til tíðir hevði tað loyst seg væl og virðiliga at landað uttanlands, hóast eitt gjald á 30% av søluni fór beint í Landskassan.
Men tað sleppa skipini ikki.
Tí skipini eru knýtt at virkjunum á landi.
Og har er ongin kapping um fiskin, og ongin minstiprísur!
Her má for ólukkan koma vend í!
Mortan G. Berjastein
PS: Prísurin á lodnu og svartkjafti til ídnað er á leið hin sami.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo