BirkBlogg: Í Degi og Viku týskvøldið var Albert Isfeld, arkitektur, gestur og gav eina serstakliga væl undirbygda fakmeting av Karlamagnusarbreyt, frá tí fagru byrjan hjá Gunnari Hoydal í 1980’unum um ein bý í býnum, til katastrofalu støðuna í dag, beint undan kommunuvalinum.
Fakliga niðurstøðan var, at her mátti tað ringasta rívast niður.
Á hvørjum grundarlagi vórðu hesi undantaksloyvi givin, og hvør fekk sum fráleið mesta og besta ágóðan av teimum?
Og í hvønn mun varð spekulerað politiskt í íbúðarneyðini í Havn?
Sitandi býráð hevur eins og undanfarna skapt orsøk til at reisa spurningarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo