DR skrivar at í dagsins BT er ein lýsing við einum stórum toastbreyði. Toastbreyðið hevur tvey stykkir bacon sum krossur og ketchup omaná.
So er morgunmaturin serveraður.
Saman við myndini standa orðini 'Vit eta tykkum til morgunmat'.
Avsendarin er bretska tabloidavísin The Sun, sum hevur bílagt lýsingina í B.T.
B.T. spurdi mánadagin The Sun, um avísin var áhugað í at gera ein býtishandil við lýsingum upp undir dystin millum Ongland og Danmark.
Og tá ið bretar lesa The Sun í dag, so síggja teir danska svarið her.
Come on, @England! It's coming home ⚽ #ENGDEN #ThreeLions pic.twitter.com/w3wlmvKthU
— The Sun (@TheSun) July 7, 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo