Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg mátti lesa tvær ferðir, tá eg las lesarabrævið hjá Heðini Mortensen í gjár. Eg helt útfrá tekstinum, at tað mátti vera Jacob Vestergaard ella Jørgen Niclasen, ið skrivaði. Heðin hevur fingið nakrar kritiskar spurningar, men ístaðinfyri at svara, so velur hann at fara eftir yndis skjótiskivuni hjá Fólkaflokkinum, nemliga Barbaru Holm – sum ikki eingongd var tann, ið gjørdi innslagið.

Heðin heldur seg ikki til málið, men skjýtur eftir persónunum. Skilji væl, at hann velur hendan leistin, fyri at fjala veruligu meiningar hansara um samkynd. Heðin hevur aldrin verið nakar stuðul í stríðnum, fyri rættindi hjá samkyndum. Tá hjúnabandslógin varð samtykt í tinginum, var stórur spenningur, tí málið var um at fella – nemliga orsaka av Heðini Mortensen.

Fyrst atkvøddi hann fyri at súlta málið og koyra tað aftur í nevnd. Síðani vildi hann hava hjúnabandslógina út til fólkaatkvøðu. Og at enda rýmdi hann undan ábyrgd til Írlands, fyri at sleppa undan at atkvøða í málinum. Og ja, hetta er borgarstjórin í progressiva miðdepilinum í Føroyum.

Javnaðarflokkurin og leiðsla floksins tykist ikki leggja nakað í henda atburðin – sum mann annars skuldi trúð, gongur ímóti flokkinum. Javnaðarflokkurin hyggur burtur frá hesum, helst tí atkvøðutalið hjá Heðini vigar meira enn rættindi til minnilutar.

Heðin Mortensen vísir eisini sítt sanna stokk-konservativa lyndi, tá hann skrivar um “vinkonurnar á Vaglinum.” Hetta vísir sanniliga, at tú skal ikki heilt yvir í Miðflokkin ella Fólkaflokkin, fyri at finna menn, ið ikki ynskja at taka kvinnur í politikki fyri fult – hesa hugsan finnur mann eisini í Javnaðarflokkinum.

Javnaðarflokkurin vil heldur ikki broyta korruptu fiskivinnuskipanina hjá hesi samgonguni, vilja ikki bakka ójavnu pensjónskipanina og tá samgongan “privatiseraði” Bústaðir, var Javnaðarflokkurin heldur ikki ímóti.

Tískil skilji eg als ikki, hví Javnaðarflokkurin hevur útilokað Fólkaflokkin, tá flokkarnir líkjast so nógv retoriskt og innihaldsliga.

Rókur Herup Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo