Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undirritaði mælti herfyri staðiliga frá, at føroyingar sleppa Barentshavinum, ið gevur Føroyum 500 mió kr í útflutningsvirði árliga.

Hans Ellefsen (búskaparfrøðingur á Setrinum og ‘vísmaður’ í miðlunum) rættleiddi straks undirritaða og pástóð, at vit føroyingar við skúlataskum, teldumappum, ryggsekki, slipsi og í hvítum kitlum halda útflutningsvinnuni uppi og ikki øvugt.

Hann gjørdi tað grella mistak at róta tann vinnuliga og almenna tænastugeiran saman, hóast teir virka á vilt hvør sín hátt.

Føroyar fáa í vár 3 nýbygd, stór fiskiskip, o.u. 400 mió kr hvørt, til henda fiskiskap.

Aðrir føroyingar enn Hans og eg eiga æruna fyri, at hesi skip koma til landið og fiska til lívsins uppihald hjá øllum.

Tey skulu sum øll onnur skip forrenta seg og geva avkast til búskapin.

Hesi trý nýggju skip eiga nærum ongar kvotur uttan okkara fiskatons eystanfyri.

Hví vevja Adam Smith uppí
Hans dregur ta ‘ósjónligu hondina’ hjá Adam Smith, skotska liberalistinum (1723-1790) til inntøku fyri sín blandingsbúskap.

Adam Smith liggur sum liberalistur hugmyndaliga líka fjart frá blandingsfrøðinginum Hansi Ellefsen, sum Karl Marx (1818-1883) liggur frá Óla Breckmann.

Tað var annars skotin Smith, ið ‘uppfann’ liberalistiska ástøðið undir kapitalismuni.

Hon eigur heiðurin fyri, at heimsins fólkatal er økt úr uml. 1 mia upp í 8 mia íbúgvar við tvífaldum miðal livialdri og 10-tals ferðir hægri livistøði og vælferð enn fyri 250 árum síðan.

Marx uppfann sosialismuna, ið er atvold til, at 110 mió fólk doyðu av statsvaldakúging og -kríggi, bara í síðstu øld.

Øll tey 40 londini, sum hava roynt sosialismu í fult mát, eru endað í fátækradømi, hópdeyða og moralskum forfalli í ólukkumát.

Raðfesting í føroyska búskapinum
Ná, men aftur til føroyska búskapin, sum ivaleyst er ein hin mest eyðkenniligi (nú tíbetur tvístreingjaði) útflutningsbúskapur, ið hugsast kann.

Føroyar framleiða lítið og einki av okkara egnu nýtslu, men innflyta tað mesta.

Endamálið við útflutningi er innflutningur, serliga um ein ynskir ein lívligan altjóða handilsbúskap, ið gagnar øllum vinnum og ikki minst øllum fólkum í landinum.

Men raðfestingin av vinnugreinum má vera púra greið:

1. Primeri geirin er ráevnisvinna, fiskiskapur og laksaaling, ið hevur eini 3.000 fólk til arbeiðis, áleið helvt um helvt til havs og í aling.

2.  Sekunderi geirin er fiskavirking, hagreiðing av veiddum og alifiski, ið gevur eini 1.500 arbeiðspláss.

Umframt verða skipasmíð, maskinvinnan, onnur framleiðsla, byggi- og orkuvinnan roknað upp í sekundera geiran. Hesi síðst nevndu vinnuøki verða mannað av gott 3.000 starvsfólkum.

Hesi 4-5.000 arbeiðsfólkini íalt hava alstóran týdning, um vit skulu flyta út fyri 12 mia kr. Tey gera ofta vátt, skitið, strævið og einstáttað arbeiði..

Alt annað er tvass, Hans, ein akademisk lítisgerð av Føroya mest grundleggjandi serkønu arbeiðsfólkum, íroknað handverkarum.

3. Tann tertieri geirin eru sonevndu tænastuvinnurnar, sum Hans vevur saman heldur enn at halda privatar og almennar tænastur hvørja sær.

Men Hans ger hetta fyri at grugga ta sosioøkonomiska samansetingina og risa týdningin av okkara privatu tænastuvinnum.

Tær privatu tænastuvinnurnar
Privatar tænastuvinnur umfata slíkt sum handil, viðlíkahald og umvæling, gisting og matveiting, flutning á sjógvi og landi, samskifti, fígging og trygging, vinnu- og húsarhaldstænastur.

Hesar nevndu privatu tænastuvinnur í tertiera geiranum verða røktar av uml. 8-9.000 fólkum íalt.

Leggja vit hesar aftrat teimum privatu vinnunum í sekunderum (fiski-, skipasmíð- og byggi-) vinnum, so telja starvsfólkini í primeru, sekunderu og vinnuliga partinum av tí tertieru eini 16-17.000 fólk til arbeiðis.

Vinnuligar rakstrar- og kapitalskyldur skulu røkjast við inntøku og avlopi.

Tað skulu almennar tænastur ikki.

Svíkja fiskiskapur ella fiska/laksaprísir, ella hækka orku- og aðrir prísir ógvisliga, so rapa vinnuligar fyritøkur í hópatali, og fólk verða arbeiðsleys í 100-tali.

Tær vardu, almennu tænastuvinnurnar
Almennar tænastuvinnur, skúli og útbúgving, almanna- og heilsuverk, kommunalar vinnur, miðfyrisiting og mentan virka undir heilt øðrum og lagaligari treytum enn tær privatu tænastuvinnurnar.

Almennar tænastur áttu tí at verðið settar í ein 4. (‘kvartieran’) geira fyri seg.

Men almennu ideologarnir sum Hans Ellefsen liva og fáa sítt vald av at róta privatar, vinnuligar tænastur saman við almennum tænastum.

Almenni tænastugeirin er nevniliga óheftur av upp- og niðurgongd í búskapinum.

Almennir stovnar liva av skatta- og avgjaldsinntøkum, ið løgtingið játtar við lóg uttan mun til støðuna í búskapinum annars.

Minna á lív eftir deyðan
Almennir stovnar eru tað, ið mest minna okkum um ævigt lív eftir deyðan, segði Reagan.

Har eru o.u. 12.000 starvsfólk (teirra millum Hans og eg), ið tey flestu mugu roknast millum trúgvastu veljarar hjá teim vinstrahallu flokkunum, ið nú manna landstýrið.

Ikki tí, vit allarflestu eru helst samd við Hansi, at okkara framkomna samfelag tørvar javnvág millum allar partar í samantvinnaða búskapinum.

Men fer talið á alment løntum starvsfólkum ov langt upp um 40%, koppar búskapurin.

Men vit hava øll gleði og gagn av, at Føroyar hava ráð til so gott útbúgvingar- heilsu- og almannaverk umframt aðrar almennar tænastur sum gjørligt.

Til tess krevst røtt javnvág, og at øll hjól mala optimalt, og tað ynskja vit øll.

Men eitt krútsterkt vinnulív er grundarlag og fyritreyt, at almenni geirin er tryggur.

Hans og Óli glasurur á køkuni
Men tá Hans billar fólki inn, at almenni geirin kann virðisøkja útflutningin eftir vild uttan tær árligu 500 mió kr úr Barentshavið, er tað villleiðing av ringasta slag.

Annars eru øll arbeiði sína løn verd, antin vit tjena hana á sjónum, við aliringarnar, á Skipasmiðjuni Mest, á føroyskum húsatekjum, í handilshúsum ella trailarum, í ketildrakt – køld, vát og skitin, ella vit tjena okkara inntøkur við ryggsekki, teldumappu, skúlataksku, ella í hvítum kitli – reint, fjálgt og ljóst.

Men Hans, tað skerst ikki burtur, at svíkur grundarlagið, t.e. fiskiskapur, alivinna ella fiskavirking, so blinka øll reyð ávaringarljós.

Øll áttu at innsæð, at Hans, eg og okkara almennu lagsfelagar við bókligari útbúgving í ‘vardum’ almennum størvum eru glasururin á búskaparkøkuni.

Svíkja fiskiskapur og alivinna, falla fiskaprísir, so bráðnar glasururin, Hans, hóast vardur av løgtinginum og hóast væl seinni enn búskapurin annars og tær privatu tænastuvinnurnar.

At tú, Hans, lítisgert lívsneyðuga týdningin av tí primera, sekundera- og vinnuliga partinum av tí tertiera geiranum er at bíta hondina, ið føðir okkum øll.

Tey, ið arbeiða í ‘sveitta andlits síns’ á gólvi, dekki, í stillasum, maskinu og handan trailararóðrið og verða fyrst upsøgd í afturgongd, tey eru knúgvafeitt, handamakt og smyrjiolja, ja sjálvt maskinaríið, ið heldur teimum sjálvum og okkum øllum í gongd.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo