Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Hvítvask í Føroyum

Spurningar:
1. Hvussu nógv mál um hvítvask hava føroysku peningastovnarnir fráboðað til løgregluna seinastu 5 árini?

2. Í hvørjum vinnugreinum í Føroyum verður hvítvask fráboðað?

3. Hvussu mong av hesum málum eru blivin kannað nærri av løgregluni, og hvussu nógv eru endað við sakarmáli?

4. Hvussu long er viðgerðartíðin av føroyskum fráboðanum um hvítvask hjá løgregluni?

5. Hvussu long er viðgerðartíðin av donskum fráboðanum um hvítvask?

Viðmerkingar:
ES-fyriskipanir um hvítvask verða javnan settar í gildi í Føroyum – bæði á yvirtiknum og ikki yvirtiknum málsøki. Seinast á vári í 2023.

Hvidvasksekretariatet, sum er partur av National Enhed for Særlig Kriminalitet hjá donsku løgregluni, almannakunngjørdi í januar 2023 eina váðameting fyri hvítvask í Føroyum. Í váðametingini varð sagt, at tað verður mett at vera stórur vandi fyri, at Føroyar verða brúktar í sambandi við hvítvask.

Danska fíggjareftirlitið hevur eisini biðið føroyskar peningastovnar um at kanna mannagongdir og innanhýsis eftirlit fyri at fyribyrgja hvítvask og fígging av yvirgangi.

Áhugavert hevði verið at vitað, júst hvussu stórur trupulleikin við hvítvaski er í Føroyum, innan hvørjar vinnugeirar fráboðanirnar koma, og hvussu hesar verða handfarnar av donsku myndugleikunum. Tí hesir spurningar.

Á Løgtingi, 2. august 2024
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo