Birkblog: Nú veðrið er til vildar og høvið er har, vil eg peika á júst hesa framsýning á Eiði, sum hina mest vitjunarverdu í hesum døgum, har greitt er, at vit ikki bara kunnu, men helst mugu sláa okkum til tols við, at einastu ferða- og upplivingarmøguleikar í eina tíð eru og verða bara her heima hjá okkum.
Og tað er ikki verri at ferðast í egnum landi og møta nýggjum fólki.
Hvussu gamlar og broyttar heimbygdinar eru, er eingin steinur kølnaður enn.
Klokkan trý í dag lat upp og opið er heilt til klokkan átta í kvøld og framsýningin kann síggjast heilt til hin 29. juni.
Gleðiliga hvítusunnu!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo