Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hvalurin við eyknevninum Hvaladimir, tí hann kom úr Russlandi og var hildin at njósnast, var sera spakur og fólk valfartaðu líka úr Australia fyri at síggja hann. 

Hann var fyrstuferð sæddur í Noregi í 2019, og hann hevði eina reim um kúluna sum okkurt stóð skrivað við russiskum á. Tað var tí, at onkur segði hann var partur av einum njósnaratoymi. Eisini tí at tað er alment, at russar í ávísan mun brúka djór til ymsar royndir, millum annað njósning. Men greiða fekst ongantíð á hesum, og normenn og onnur við gjørdust góð við hvalin, sum tóktist at dáma væl fólk. Eitt nú kom hann altíð, tá rópt varð á hann, søgdu fleiri norskir miðlar, sum høvdu nógvar søgur um hvalin. So nógvar, at hann eisini bleiv kendur aðrastaðni í heiminum, og fólk úr so fjarskotnum londum sum Australia komu til Noregs, bara fyri at síggja Hvaladimir.

Millum annað var ein hending, tá hann skuldi kava niður á botn eftir eini fartelefon, sum onkur hevði mist. Tíðindini um hetta fóru runt um allan heim, skrivar NTB.

Tað er ógreitt, hvørjum hvalurin doyði av. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo