Fróðskaparsetrið: Magni Mohr, professari á Fróðskaparsetri Føroya, og May-Britt Skoradal, ph.d. í heilsuvísindum, eru millum rithøvundarnar á spennandi hvítbók, sum danska fótbóltssambandið (DBU) og Syddansk Universitet (SDU) hava útgivið.
Hvítbókin varð fyri fáum døgum síðan løgd fram á ítróttafundi í Aalborg fyri donskum politikarum, heilsustarvsfólki, venjarum o.ø. Hon tekur samanum gransking í tvey áratíggju av heilsuárinunum av fótbóltsvenjing, sum Magni Mohr og Peter Krustrup, professari á SDU, hava staðið á odda fyri.
Hvítbókin, sum m.a. er skrivað saman við donskum serlæknum, fysiologum og sálarfrøðingum, lýsir fótbóltsvenjing sum munadygga fyribyrging og viðgerð av stóru fólkasjúkunum. Úrslitini, sum byggja á drúgva gransking og í flestu førum vísindaliga próvførslu á meta-analysustigi, vísa, at fótbóltsvenjing gevur heilsuligar fyrimunur, tá tað ræður um 10 ymiskar sjúkur og heilsuligar váðastøður.
Við útgangsstøði í frágreiðing frá danska Heilsustýrinum í 2018 um kropsliga venjing sum viðgerð og á vísindaliga grundaðu bókina “Football is Medicine”, sum bólkurin, ið hevur gjørt hvítbókina gav út í 2020, leggur hvítbókin dent á serstøku eginleikarnar í fótbóltsspælinum, sum stuðla undir fyribyrging og endurvenjing.
Samanumtikið staðfestir hvítbókin, at fótbóltsvenjing er munadygg fyribyrging og viðgerð í sambandi við blóðtrýst, typu 2 diabetes, hjartaheilsu, beinbroyskni, vødda-beinagrindstrupulleikar, yvirvekt og fiti, kolesterol, brótskrabba, prostatakrabba og sálarligan mistrivnað.
Hvítbókin lýsir eisini fótbóltsspælið sum venjingarhátt og framtíðar gransking á økinum. Í bókini verða ítøkiligu venjingarkonseptini so sum “Fodbold Fitness”, “Fodbold for Hjertet”, “11 for Health” og “FC Demens” eisini lýst.
Hvítbókin er virðismikið tilfeingi fyri politikarar, heilsustarvsfólk, venjarar og annars øll, sum hava áhuga í heilsufremjan og rørslu.
Magni Mohr, professari sigur soleiðis um hvítbókina:
“Vit hava seinastu 20-árini víst styrkina í fótbólti og eisini øðrum liðítrótti, tá hann verður skipaður rætt. Okkara granskingartoymi, sum í dag umboðar allar heimspartar, hevur víst, at rørslumynstrið, ið tú hevur, tá tú spælir heilsufótbólt eftir okkara grundreglum, hevur fleir-táttaða og kliniskt relevanta jaliga ávirkan, tá tað ræður um stóru fólkasjúkurnar og heilsuligu váðastøðurnar. Vit hava eisini ment venjingarprotokollir, ið gera, at okkara venjingarkonsept, sum øll er væl og virðiliga vísindaliga grundað, eru klár at seta í verk. Vit hava í dag so sterka próvførslu, at vit eru biðin um at skriva hesa hvítbókina”.
Magni Mohr hevur saman við øðrum skrivað seks av teimum tíggju pørtunum, og May-Britt Skoradal hevur skriva ein part. Annars eru 25 ymiskir rithøvundar við í bókini, sum umboða 13 ymisk og viðurkend granskingarumhvørvi.
Hvítbókin er ritstjórnað av Peter Krustrup, professara, Thomas Rostgaard Andersen, ph.d., og Søren Bennike, granskingarleiðara í DBU.
Bókin eitur Fodbold som forebyggelse og behandling – En hvidbog med fokus på 10 udvalgte lidelser og risikotilstande og er útgivin av Dansk Boldspil-Union & Syddansk Universitet, 2024.
Lesið hvítbókina her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo