Økti spenningurin á markinum ímillum Russland og Ukraina seinastu dagarnar ger nú, at eisini Hvítarussland ger seg til reiðar til møguligt kríggj.
Sambært verjumálaráðharranum í Hvítarusslandi, Viktor Hrenin, verða stríðsvognar og servænd herfólk flutt til markið.
Russland og Hvítarussland hava staðið saman í krígnum ímóti Ukraina, og síðstu nátt skeyt Hvítarussland fleiri ukrainskar dronur niður, sum høvdu kós ímóti málum í Russlandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo