Hvíta Húsið reagerar nú eisini viðvíkjandi útsøgningini hjá Trump um, at jødiskir amerikanarar eru samsekir, um Trump ikki vinnur forsetavalið.
Við Times of Israel sigur talsmaðurin í Hvíta Húsinum, Andrew Bates, at útsøgnin er "andstyggilig," skrivar TV 2.
- Tað er andstyggiligt at koma við vandamiklum motivum ella at siga at onkur er syndabukkur, sigur Andrew Bates við The Times of Israel.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo