Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Sáttmálaviðurskifti hjá føroyskum miðlafólkum
Spurningar:
1. Hví sleppa Føroysk Miðlafólk ikki at samráðast við Fíggjarmálaráðið?
2. Hvussu skulu Føroysk Miðlafólk verja limir sínar á almenna arbeiðsmarknaðinum og virka fyri teirra áhugamálum, um tey ikki sleppa til
samráðingarborðið?
3. Hvat skal til fyri, at Føroysk Miðlafólk verða sáttmálapartur?
Viðmerkingar:
Journalistar og onnur miðlafólk á privata arbeiðsmarknaðinum hava vanliga verið sett og lønt eftir sáttmálanum hjá Føroyskum Miðlafólkum, meðan journalistar, fotografar og miðlatøkningar og onnur miðlafólk í Kringvarpinum hava verið sett og lønt eftir sáttmálanum hjá Starvsfelagnum.
Føroysk Miðlafólk hava nú í áravís arbeitt fyri, at eisini journalistar í Kringvarpinum fáa sáttmála við Fíggjarmálaráðið. Higartil uttan úrslit.
Journalistiska yrkið er ikki sum onnur yrki.
Arbeiðstíðirnar eru ikki tær somu, sum hjá øðrum – og í mun til onnur størv, so er markið millum arbeiðstíð og frítíð meira flótandi enn hjá øðrum fakbólkum. Journalistar arbeiða undir lóg um fjølmiðlaábyrgd og leiðreglur um góðan fjølmiðlasið.
Yvirhøvur kann sigast, at journalistikkur er eitt fak og yrki, við serligum eyðkennum, serligum arbeiðsumstøðum og stórari ábyrgd. Tí kann tað undra, at felagið hjá miðlafólkum, Føroysk Miðlafólk, ikki hevur rætt til at samráðast við Fíggjarmálaráðið egna vegna, tá aðrir sermerktir fakbólkar hava rætt til tað.
Tað er eisini nakað, sum undrar øll fakfeløgini hjá miðlafólkum í Norðurlondum, sum øll hava vunnið sær rættin at samráðast bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Tey hava víst á, at tað at forða Føroyskum Miðlafólkum at sleppa framat samráðingarborðinum, er reelt tað sama sum at forða journalistum og miðlafólkum annars at skipa seg fakliga. Grein 11 í menniskjarættindasáttmálanum vísir annars á, at øll hava rætt til at skipa seg í fakfeløgum fyri at verja egin áhugamál.
Á Løgtingi, 4. desember 2024
Liljan Weihe
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo