Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: Stundum meta føroyskir psykiatriskir myndugleikar ein persón vera so vandamiklan, at hann ikki má ganga leysur. Men næstan altíð gongur danska Rættarlæknaráðið og dómsvaldið ímóti hesum. Orsøkin tykist vera, at støði verður tikið í donskum heldur enn føroyskum viðurskiftum.
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur í dag sett løgmálaráðharranum tríggjar spurningar. Í stuttum vil hann vita, um danska Rættarlæknaráðið metir um vandamiklar føroyingar út frá donskum mátistokki, og hví danska ráðið næstan altíð gongur ímóti tilmælunum frá føroyskum myndugleikum.
Spurningarnir spruttu úr eini samrøðu, sum Frihedsbrevet FO hevur havt við Tórmóð Stórá, leiðandi yvirlækna á Psykiatriska deplinum, har hann helt okkurt benda á, at Rættarlæknaráðið tekur útgangsstøði í donskum viðurskiftum, tá tey meta um, hvørt ein føroyingur skal setast í forvaring – t.e. fongslast í óásetta tíð. Tað er bara eitt dømi um, at danska ráðið hevur fylgt føroyska tilmælinum.
Samrøðan við leiðandi yvirlæknan á psykiatriska deplinum varð gjørd í kjalavørrinum av einum máli, har ein maður, sum hevur gjørt seg inná fleiri børn, ikki varð settur í forvaring, hóast føroyskir læknafrøðiligir myndugleikar mæltu til tað. Tískil fekk maðurin, sum føroyskir myndugleikar meta vera so vandamiklan, at hann ikki eigur at ganga leysur, einans fýra ára fongsulsrevsing – við møguleika fyri royndarleyslating.
- Hetta skaðar rættarkensluna og trygdina í Føroyum. Ein slík meting má taka støði í, hvussu vandamikil persónurin er í mun til tað føroyska samfelagið – og ikki hvussu vandamikil persónurin er í mun til teir vandamestu persónarnar í Danmark, sigur Sjúrður Skaale.
Føroyski fólkatingsmaðurin vil nú fáa greiðu á, um tað veruliga er so, sum Tórmóður Stórá rør framundir. Hann hevur tí spurt ráðharran, hvør hansara hugsan er um, at Rættarlæknaráðið næstan aldrin tekur føroysku fakligu tilmælini til eftirtektar, og um ráðið metir um vandamiklar føroyingar út frá donskum mátistokki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo