Kjakið seinastu dagarnar um etiska ráðið setir – ella átti at sett – spurningin til kjak, hví vit skulu hava eitt etiskt ráð yvirhøvur. Her skal ikki metast um, hvørt landstýrismaðurin er farin lætt um § 6 í lógini í hansara fatan av, hvussu leingi valskeiðið gongur fyri einstakar limir. Kortini man tað ikki vera hetta, sum hevur størstan áhuga í aktuella kjakinum. Heldur man tað vera, at fólk frá báðum síðum eru vónrík um, at etiska ráðið skal tæna júst teirra dagsskrá í truplum etiskum spurningum. Er hesin grunsul rættur, sáar hann iva um júst tilverurættin, eitt slíkt ráð hevur.
Vit høvdu ongantíð, sum í so mongum spurningum um at skipa almennar stovnar, eitt ordiligt alment kjak um etiska ráðið, tá tað varð skipað í 2017. Føroyska etiska ráðið varð stovnað á leið 30 ár aftaná, at danir høvdu stovnað sítt, og væl aftaná, at danir vóru farnir at seta spurnartekin við tilverurættin, ið teirra egna hevði. Føroyingar fokuseraðu uppá form eftir fremmandari fyrimynd heldur enn innihald, og tað hevði avleiðingar. Føroyska ráðið hevur nevniliga onga orku samanborið við tað danska. Hetta er ikki limunum fyri at lasta. Einans er hetta logisk fylgja av at taka fremmandan form sum autoritativan uttan at taka atlit til innihald og samfelagsligan kontekst og orku. Men sjálvt um innihaldið fylgdi við, hevði tað reint prinsipielt ikki broytt so nógv.
Eitt etiskt ráð er nevniliga kontroversielt út frá tí fatan, sum flestu fólk í Vesturheimi helst taka undir við á einum ella øðrum stigi, og sum man vera ein týðandi fortreyt fyri fólkaræðinum í heila tikið, at ongin serfrøði kann vera í etiskum spurningum. Foreldur og ommur og abbar vóru tey, sum flestu okkara minnast góvu okkum gott í beinini í spurningum um, hvat er rætt og skeivt. Hví hava vit so brúk fyri vísmannaráði at siga okkara politikarum og okkum øllum, hvat er etiskt rætt og skeivt?
Sjálvandi eru tað nakrir truplir, t.d. bioetiskir, spurningar, sum eru vitanartungir á tann hátt, at fólk fyrst mugu skilja avleiðingarnar av møguligum avgerðum, áðrenn teirra moralska dømikraft er búgvin at koma framat. Í flestu politisk-etisku spurningum, sum deila fólk í Vesturheimi, tykjast vit kortini bara hava ymiskar heims- og lívsáskoðanir, ið eru rættiliga óheftar av vitanarligari perspektivering.
Skulu vit hækka støðið í kjaki og hugsan um etiskar spurningar, eiga vit heldur enn at skipa vísmannaráð eftir donskum formi uttan innihald at hugsa um, hvussu vit í so máta leggja børnunum og teimum ungu gott í beinini í vanliga fólkaskúlanum, á miðnámi og seinni á setursstigi.
Hoyvík, 20. september
Bárður Larsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo