Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fíggjartørvurin í Tórshavnar kommunu verður ovurhonds stórur komandi árini.

Núverandi meirluti og borgarstjóri, sum annars yvirtóku eina skuldarfría kommunu í 2021, hava boðað frá, at neyðugt verður aftur við lántøku fyri at fíggja tær stóru íløgurnar hjá Tórshavnar Kommunu næstu árini. 

Er hetta veruliga neyðugt, spyrji eg meg sjálvan.  

Tørvurin fyri útbyggingum á heilsu- og eldraøkinum og eisini barnagarðsøkinum verður øllum kunnugt sera stórur komandi árini.  Eisini mugu vit síggja í eyguni, at normeringin á hesum vælferðarøkjum má økjast og betrast enn meira næstu árini, fyri at uppraðfesta tørvin frá brúkarum og starvsfólki.  

Afturat hesum koma aðrar ovurhonds stórar íløgur, sum antin longu eru í gongd ella eru samtyktar at fara í gongd í kommununi í næstum. Nevnast kunnu t.d. nýggja svimjuhøllin, stórhøllin, innkomuvegurin og ikki minst útstykkingar av lendi til íbúðarbyggingar og vinnustykkjum, sum eg annars havi verið við at stuðla meirlutanum við í hesi býráðssetu. 

Mín støða er greið! Tórshavnar Kommuna má og skal framhaldandi verða besta kommuna í landinum at búgva í. Tí skulu okkara vælferðartænastur til okkara eldru, børn og ungdóm alsamt betrast, umframt at vit skulu kunna bjóða okkara ungu og okkara tilflytarum bestu møguleikar at byggja ella leiga sær ein bústað í kommununi til ein rímuligari prís enn í dag.

Heldur enn at upptaka stór lán til framtíðar íløgur hjá Tórshavnar Kommunu, sum alment hevur verið frammi, vil eg koma við hesum uppskotið til býrðasmeirilutanum:

Er tað veruliga neyðugt at Tórshavnar Kommuna skal eiga bygningar á nærum hvørjum gøtuhorni í Havnini? Onkur upplýsti mær herfyri, at Tórshavnar Kommuna eigur yvir 100 bygningar í býnum.  Vónandi kann hetta váttast ella avsannast av borgarstjóranum.

Her er hópin av peningi, sum kundu komið inn í kommunukassan, um bert nakrir 10 tals bygningar hjá kommununi vóru seldir, til at fíggja framtíðar løgur í t.d. eldraøkið og barnagarðsøkið. Harumframt kundu nakrir av hesum bygningum eisini kunna verið nýttir til framtíðar íbúðir, og vildi hetta tískil verið ein fyrimunur fyri allar partar.   

Eg frøddist annars tá okkara borgarstjóri, Heðin Mortensen, herfyri upplýsti, at ætlanir vóru frammi at flyta alla umsitingina í Miðbýðnum i Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju, og at bygningarnir í Miðbynum skuldu umskipast til eitt nú ibúðir. Ein skilagóð avgerð, sum eg sjálvsagt vil stuðla.

Tiverri tykist borgarstjórin nú at verða bognaður í kongunum, nú alment miðlatrýst er komið á hanneri eg samdur í og meirlutan, at Tórsgøta skal friðast. Hvat verður tað næsta, kunnu vit spyrja?  Skulu allir kommunalir bygningar friðast og ongin kunna seljast?

Eg vil staðiliga mæla til, at Tórshavnar Kommuna alment upplýsir okkara borgarum hvørjar bygningar kommunan í dag eigur og hvørjir bygnignar hava slíkt virksemið, at teir ikki mugu ella kunnu seljast.

Bygningar sum hava mentunarligt virksemið, sum nirteir 3 bygningar í Tórsgøtu hava, eri eg samdur sjálvsagt ikki at selja.

Restin av bygningunum eiga hinvegin eftir mínum tykki ongantíð ov skjótt at verða seldir, fyri at fáa t.d. 50-100 mió.kr. ella meira til íløgur í nýggj elllisheim og nýggjar barnagarðar.  

Kanska tað ikki slepst heilt undan eini framtíðar lántøku í Tórshavnar Kommunu næstu árini, men vit hava tó ein góðan møguleika at minkað munandi um lántøkuna, um kommunan byrjar at selja burturav sínum nógvu ognum, sum høvdu haft tað betri við at haft aðrar eigarar.

Tað vildi verið ein skilagóð avgerð. Øllum okkara borgarum í Tórshavnar Kommunu at frama.

Birgir Nielsen
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavnar Kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo